- Ein fyrimunur hjá okkum kann vera, at teir eftir øllum at døma undirmeta okkum. Eg skilji eitt sindur av føroyskum, og út frá almennu dystarfrásagnini á heimasíðu teirra frá fyrsta dystinum, kunnu vit bara siga, at teir undirmeta okkum. Teir kalla okkum fyri eitt teknuseriulið og pylsuátarar.
Hermann Haraldsson, stjóri í Brøndby, øtast við í donskum miðlum í gjár. Hann sigur, at B36 undirmetir Brøndby undan dystinum í kvøld.
- Teir hildu, at vit spældu vánaligt, og teir skilja ikki, hvussu teir taptu til nakrar pylsuátarar sum okkum. Teir vilja vera við, at tað ikki var verri enn at spæla móti einum liði í teirra egnu kapping. At teir undirmeta okkum á hendan hátt, kann jú gera uppgávuna hjá okkum lættari, sigur íslendingurin millum annað við sporten.dk.