B36 tyngdin var ov stór fyri VB

Fótbóltur: Tað var leingi tætt í Gundadali, men tá VB ikki orkaði meiri, fekk heimaliðið fulla yvirtøku burturúr yvirvágini

1. deild menn:

B36-VB 4-0 (1-0)


Klokkan vísti 71 minuttir, tá B36 økti til 2-0, og tað sást týðuliga á róminum inni á vøllinum, hvussu stórur lætti tað var hjá heimaliðnum, at teir fingu hetta málið. Kassameistarin, Kjartan Mohr, hevur sambært reglunum einki at gera inn á vøllinum, men lættin og kætið var so mikið stórt, at hann fekk ikki hildið sær, men blandaði seg við spælararnar.

Og tað var væl skiljandi. Hansara lið hevði havt yvirvág í spæli, og teir høvdu havt nógvar gyltar møguleikar, men teir høvdu ikki megnað at slitið seg leysar frá hóttanini, sum alla tíðina lúrdi, um at VB kundi javnað.

Serliga John Petersen hevði brent fleiri upplagdar møguleikar, og at tað júst var hann, sum skoraði til 2-0, mundi gera, at fagnaðurin varð størri, enn hann annars hevði verið.


Punkteraðu

Vágbingar høvdu trúð uppá møguleikan fyri javnleiki og kanska sigri heilt fram til 2-0 málið. Og tá Bjarni Johansen á tímanum bjargaði brotssparksroynd frá Sigfríði Clementsen, var tað sum útiliðið fekk eitt skump rætta vegin, og teir í B36 hingu eitt lítið sindur við høvdinum.

So var tað, at John Petersen skoraði, og so gekk sum eftir ánni hjá oddaliðnum, sum síðsta korterið kundi havt skorað meiri enn tvey mál afturat.


Breiddin størri

Eingin ivi var um, at B36 alla tíðina var betra liðið. Og sum tíðin leið gjørdist alt meiri sjónligt, at teir eru betri fyri, enn vágbingar eru.

Tikið mann fyri mann og pláss fyri pláss, er havanarliðið betri mannað, enn tey flestu. At tað hevur nógv at siga, at hin einstaki megnar at rysta mann av sær, sást ikki minst í 1. hálvleiki, tá Julian Johnsson, sum fyri tað mesta lá í høgra borði, ferð eftir ferð sleyt seg leysan, breyt ígjøgnum til baklinjuna og legði innfyri, har fremstu menninir og serliga John Petersen oyðslaðu skammiliga nógv, tá teir vóru púra leysir av verjuni og bara høvdu stak væl spælandi Bjarna Johansen eftir at leggja afturum seg.


Hugflogið ov lítið

Men at tað framvegis ikki hongur nóg væl saman í uppspælinum hjá oddaliðnum var aftur sjón fyri søgn. Gamaní, síðstu løtuna gekk alt uppá stás, spælararnir høvdu stórt sjálvsálit, teir tordu at brúka hæl og tá, og teir yvirspældu mótstøðumenninar so rudduliga, men tað var ikki so sannførandi fyrsta tíman.

Flytingarnar vóru ov fáar og smáar, tá liðið fór í álop. Miðvøllurin var ov stillur, og vandamiklu støðurnar stóðust mest av, tá Julian gjørdi síni einmansavrik, ella tá Jan Guttesen (besti maður á heimaliðnum) setti ferð á, spældi eitt tvey og stakk óvæntaðar bóltar fram ímillum.

Og so kann tað ikki annað enn undra, at Óli Johannesen, sum á landsliðnum er millum stuðulsspælararnar, so at siga verður goymdur úti í vinstra borði, har hann so langt í frá kemur til sín rætt.


VB møguleikar

John Petersen stóð fyri mesta fýrverkinum hjá heimaliðnum. Áðrenn hann fekk hol á og skoraði tvær ferðir, brendi hann fýra ella fimm møguleikar, sum ein hvassur landsliðsáleypari átti at skorað uppá.

Men vágbingar høvdu eisini møguleikar, sum kundu havt við sær, at teir høvdu hótt oddaliðið, men marginalirnir vóru ímóti.

John Eystberg hevði tveir stórar møguleikar. Í 1. hálvleiki stútaði hann eftir innlegg úr høgru úr góðari støðu dygst við síðuna av stólpanum, og tíggju minuttir inn í 2. hálvleik, tá tað framvegis var 1-0, var tað tætt við. Pól Thorsteinsson, sum fyrra partin av 2. hálvleiki legði seg út í vinstra borð, tá hansara menn vóru í álopi, sneiddi tveir av og trillaði fyri føturnar á miðvallaranum, sum úr 14 metrum smekkaði í stólpan.

Birgir Jørgensen var komin úr Danmark, hann skoraði ikki, men hann var leingi ein hóttan.


Málini

Klokkan vísti 5.44, tá B36 fekk hol á. Jan Guttesen stóð fyri uppspælinum, bólturin varð stungin til Sigfríð Clementsen, sum ósjálvsøkið legði fyri føturnar á uppaftur meiri leysa Tomislav Sivic. Hann skoraði ímóti fyrrverandi liðfeløgunum, og tað mundi ikki dáma teimum nakað serligt.

Eftir 60 minuttir gjørdi Janus Kjærbo í høgra verjuborði óneyðugt brotsspark ímóti Tomislav Sivic, sum tóktist hava mist tamarhaldið á bóltinum, men Sigfríður Clementsen misnýtti.

Í 71. minutti lætnaði hjá B36 og serliga hjá John Petersen. Sigfríður Clementsen spældi flatt úr høgru, og John Petersen, sum var staddur mitt fyri, lyfti úr 14 metrum uppum Bjarna Johansen, sum var á veg út. Málverjin fekk fingrarnar á, og tað gjørdi, at ferðin á bóltinum, sum kanska hevði farið omanfyri, minkaði, og so datt hann inn um strikuna.

Í 75. minutti skoraði landsliðsmaðurin aftur. Sigfríður Clementsen spældi góðan og langan diagonalbólt úr vinstru, verjan var púra opin, Julian Johnsson legði uppá tvørs, og John Petersen fekk hann um strikuna.

Í 80. minutti var tað takk fyri seinast. John Petersen sneiddi tveir av í vinstru, spældi flatt til handara stólpa, og Julian Johnsson hevði síðsta fótin á.

4-0 og B36 helt tørn niður til grannarnar úr HB. Eina løtu ljóðaði, at vágamenn høvdu javnað til 1-1. Tá fekk hýrurin í B36 skýlinum eina tonn afturat uppeftir, men tá kontra boð komu seinni, sum søgdu frá HB stórsigri, oyðilegði tað ikki so nógv. B36 er á odda, og har vera teir ivaleyst fram til summarsteðgin.

jh