- Av tí, at 2. deildarliðið hjá B36 ikki hevur møtt til fleiri dystir í landskappingini 2008, hevur Kappingarnevndin á fundi tikið avgerð um at koyra B36 úr kappingini hjá 2. deild hjá monnum.
Soleiðis skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum í dag. Árstalsfelagið er ikki møtt til tríggjar av teimum seks útidystinum, sum teir eftir skránni skuldu havt spælt. Hetta fær nú avleiðingar, og B36 sleppur ikki longur at luttaka í kappingini. Allir dystir og mál sum eru leiktir móti B36 verða tískil strikaðir.
B36 flutti í fjør niður úr næstbestu deildini, og tískil fáa eykamenninir á Formulaliðnum ikki fleiri minuttir á vøllinum, enn teir fáa á besta liðnum.