B36-Tre Fiori beinleiðis á FM1 í kvøld

Sendingin byrjar klokkan 17.55

Í kvøld klokkan 18 spælir B36 fyrra dystin í øðrum umfari í Europa Conference League undankappingini.

 

Dysturin verður á ovara vølli í Gundadali móti Tre Fiori úr San Marino, ið vann ein flottan samanlagdan 4-1 sigur á Fola úr Luksemborg í fyrsta undanumfarinum. Talan er um eitt lið, ið er mannað við nógvum italskum leikarum.  

 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Sendingin byrjar klokkan 17.55.

 

In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo