B36 tr_sti ov ofta á koblingina

Hóast teir tóktust vera á veg ímóti tapi, so megna_u teir í KÍ at strí_a seg so væl uppí aftur leikin í Gundadali, at ta_ sí_sta løtuna rættuliga rei_ um snari_

Ta_ var undirhald fyri allar pengarnar í Gundadali. KÍ vitja_i B36, og ta_ var intensitetur og spenningur.
Kring ste_gin fór heimali_i_ framum 2?0. Harvi_ bendi alt á heimasigur. Ikki minst tí B36 fyrstu lítlu løtuna av seinna umfarinum vísti nógv meiri hugflogsríkt spæl, enn teir høvdu gjørt í 1. hálvleiki. At John Petersen var komin á vøllin var serliga fyrstu løtuna gó_ur styrkur í framrætta_a spælinum.
Álopini skola_u ímóti KÍ málinum. Santos og Jens Erik n_ttu hæl og tá, og møguleikar spurdust burturúr. Tá i_ sjey minuttir vóru farnir av 2. hálvleiki, gjørdist mi_vallarin Niels Joensen eftir innkast í høgru leysur dygst uttanvert brotsteigin. Hann royndi seg vi_ fløtum skoti, hælurin á Niclasi Niclassen broytti kósina á bóltinum so miki_, at Jákup Mikkelsen var prísgivin, og so sá einki út hjá KÍ. B36 var frammanfyri 2?0 og í hopla.
So gloymdi B36 at taka uppgávuna í tí álvara, sum skal til. Santos og eisini onkrir a_rir høvdu hug at spæla og dusa sær. Ásko_ararnir vóru vi_ upp á ta_, tá i_ brasilski sí_uspælarin fekk mótstø_umenn at mala so um seg sjálvar, at teir fóru á afturpartin. Men hetta var ikki effektivt, og ta_ gjørdist ikki betri av, at Santos var sera málfiksera_ur. Sum televarpi_ fyrstu tí_ina frysti B36, og hóast teir av og á funnu stevi_ aftur, so var talan um d_rar stø_gir.

Stríddu og spældu
Fyri KÍ var ta_ køld pøs, tá i_ Egil á Bø fimm minuttir undan hvíldini vi_ perluskoti úr høgru og í handara sí_uneti_ leg_i B36 framum. B36 ? teir høvdu einki horna havt frammanundan ? fekk tr_ horna eftir lítlari løtu. Í sí_sta førinum kom bólturin til væl upplagda Bár_ Mortansson, sum í vinstru tamdi ? ta_ sá út sum um, at hann gjørdi ta_ vi_ arminum, men ta_ helt dómarin ikki ? og smekka_i til. Jákup Mikkelsen hálvbjarga_i, og bólturin støkk út til Egil, sum skora_i vakra máli_.
Frammanundan hev_i KÍ havt bóltin meiri, og teir høvdu havt størsta møguleikan, tá i_ Erling Fles úr eitt sindur spískum hev_i stúta_ innlegg úr vinstru og til handara stólpan vi_ sí_una av.
Merkisvert var ta_, at KÍ hev_i leikliga yvirvág stórar partar av fyrra umfarinum, sjálvt um B36 mi_vøllurin var yvirmanna_ur. B36 hev_i í útgangsstø_una bara Áka Mørk á toppinum. Aftanfyri hann vóru fimm mi_vallarar, sum skiftust um at bjó_a seg fram at stu_la í fremstu rø_. Hjá KÍ vóru f_ra mi_vallarar. Í álopinum vóru Erling Fles og Stig Edvin Aksnes, sum var líti_ sannførandi undan ste_ginum, men eftir ste_gin blomstra_i eisini hann, og teir bá_ir syrgdu fyri tveimum málum.
F_ra minuttir eftir seinna B36 máli_ fingu klaksvíkingar n_ggjan íblástur, og tá høvdu teir í løtum yvirvág á mi_vøllinum, har Arnold Joensen, Atli Danielsen, Jan Joensen og Símun Joensen arbeiddu nógv og høvdu felags stev.
Dygst frá rangstø_umarkinum og eftir neyva framlegging frá Stig Edvin Aksnes slapp Erling Fles frá ikki serliga sannførandi ? burtursæ_ frá Póli Thorsteinsson ? B36 verjuni, og hann setti trygt framvi_ Trónda Vatnhamar. F_ra minuttir seinni var aftur gali_ hjá B36. Í vinstra bor_i og frammanfyri mi_strikuna vunnu klaksvíkingar bóltin, næstan frá baklinjuni smekka_i Stig Edvin Aksnes innfyri, og Erling Fles var fyrstur á.
B36 royndi onkra løtuna at tr_sta. Bár_ur Mortansson slapp onkra fer_ina frá Marek og til baklinjuna og leg_i innfyri, men Aleksander Djordjevic og Niclas Niclasen lósu spæli_ væl. Jens Erik Rasmussen slapp eina fer_ púra leysur ímóti Jákupi Mikkelsen, sum bjarga_i. Í hinum endanum vildu klaksvíkingar hava, at bólturin hev_i veri_ innanfyri, á_renn B36 verjan eftir horna rudda_i burtur, men ta_ mettu dómari og linjuverji ikki.

B36?KÍ 2?2 (1?0)
1?0: Egil á Bø 39.
2?0: Niels Joensen 52.
2?1: Erling Fles 55.
2?2: Erling Fles 61.
Dómari: Suni Johansen
B36: Tróndur Vatnhamar ? Arnbjørn Daniesen, Egil á Bø, Pól Thorsteinsson, Sverrir Kjærbo ? Niels Joensen, Ronnie Samuelsen (John Petersen, 46.), Bár_ur Mortansson, Jens Erik Rasmussen, Alex Santos ? Áki Mørk
Gult kort: John Petersen
KÍ: Jákup Mikkelsen ? Leon Bjartalí_ (Jan Andreasen, 60.), Niclas Niclasen, Aleksander Djordjevic, Marek Vierbiczki ? Arnold Joensen, Jan Joensen, Atli Danielsen, Símun Joensen ? Erling Fles, Stig Edvin Aksnes
Gult kort: MarekVierbiczki, Atli Danielsen, Jan Joensen, Jan Andreasen