Eftir kærkomna sigurin á Norðoyastevnu tann fyrsti eftir fýra javnleikir og eitt tap fyrireikar B36 seg til avbjóðingina við Stórá í Trongisvági seinnapartin ídag. Vónin er at vinna fulla úrtøku, men tølini siga, at tað verður torført.
TB hevur seks ferðir verið á heimavølli í ár, og tað hevur ikki eydnast nøkrum teirra, sum hava vitjað í Trongisvági, at fara til hús við fullari úrtøku. Men tað er bara aðru hvørja ferð, at TB vinnur á heimavølli. Higartil eru tríggir dystir endaðir við javnleiki, og TB hevur vunnið tríggjar ferðir.
Landsliðsvikan var dýr hjá B36 skilt á tann hátt, at Súni Olsen noyddist av vøllinum í Stokholm orsaka av liðbandsskaða. Hann verður ikki við í dag. Hjá TB eru fleiri spælarar darvaðir av skaðum, og tað kann vera, at Hans Fróði Hansen verður noyddur at umskipa. Seinastu ferðirnar hevur TB annars spælt við somu uppstilling, og tað hevur riggað væl.
Tá ið TB 1. apríl vitjaði í Gundadali, varð úrslitið 1-1. Poul Ingason legði TB framum, og Jákup á Borg javnaði, tá ið tað restaðu fimm minuttir.
TB-B36: Ransin N. Djurhuus kl. 15.00










