B36 til Gibaltar: Sleppa ikki út fyrsta samdøgrið

Hópurin hjá B36 er í dag farin til Gibraltar, har B36 hósdagin skal spæla móti St Joseph’s

Í morgun fór hópurin hjá B36 til Gibraltar við leiguflúgvara hjá Atlantic Airways. B36 skal hósdagin spæla móti St Joseph’s í undanumfarinum til Europa league.

Eftir at ein persónur í leiðarahópinum hjá B36 fekk staðfest koronusmittuna, hevur hópurin verið testaður tríggjar ferðir. Seinasta ferðin var í morgun og B36 boðar frá, at fyri triðju ferð eru allar royndirnar negativar fyri koronusmittuna.

- Eg lúgvi, um eg ikki sigi at hetta hevur ávirkað okkara fyrireikingar. Vit valdu ikki at venja til vit høvdu tikið tvær koronaroyndir, so vit hava vant fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin, sigur Jákup á Borg, venjari hjá B36.

Tá B36 kemur til Gibraltar skulu teir aftur taka eina koronatest, har UEFA hevur sett krav um, at svarið skal fyriliggja innan eitt samdøgur, men inntil tá sleppur hópurin ikki út av gistingarhúsinum.

- Eg vænti at tað ganga 35 tímar og nógvir minuttir, áðrenn vit fáa svarið á Gibraltar, tí er tað gott at vit fara avstað longu nú. So hava vit eisini nakrar dagar at venja okkum við hitan. Vit hava tosað við Magna Mohr um hvussu hiti ávirkar kroppin, og vit hava millum annað eisini vant í heitum klæðum og regnajakka, fyri at venja kroppin við hitan, sigur Jákup á Borg.

##med2##

B36 hevur sent allan hópin við til Gibraltar. Hann heldur yvir tjúgu spælarar. Sostatt hevur B36 valt at ferðast tíðliga og hevur nógv fólk við.

- Vit eru nokk tað av fremstu feløgunum í Føroyum, sum hava lægst budget, so hetta er okkara máti at geva spælarunum nakað aftur. Fleiri av teimum koma kanska ikki at spæla, men teir eiga lut í Evropa-luttøkuni hjá okkum og hava gott av upplivingini. Vit vilja eisini sum felag fyrireika okkum so væl sum gjørligt, tá vit skulu spæla í Evropa, sigur Jákup á Borg.

Hann sigur eisini í hesum sambandi, at B36 hevur sett sum mál, at fíggjarætlanin ikki skal verða tengd at pengum frá Evropa, men at tað kemur afturat. Tað verður um 30 hitastig, tá B36 hósdagin klokkan 16.30 (18.30 lokala tíð) á Victoria leikvøllinum á Gibraltar spælir móti St Joseph’s.

Champions League 1. umfar:

Mikudagin 19. august

KÍ-Slovan Bratislava (19.00) Beinleiðis á FM1

Champions League 2. umfar:

Young Boys – KÍ/Slovan Bratislava

Europa League undanumfar:

Hósdagin 20. august

B36-St Joseph’s (16.30)

NSÍ-Barry Town United (18.00) Beinleiðis á FM1

Glentoran-HB (19.00)

Europa League 2. umfar:

B36/St Joseph’s - Levadia Tallinn

Aberdeen – NSÍ/Barry Town United

Motherwell – HB/Glentorian