Fyri aðru ferð innan fýra dagar missir B36 stig ímóti liðum, ið liggja í niðaru hálvu í Betrideildini. Mánadagin spældi B36 javnleik 1-1 ímóti Suðringum á útivølli, og í kvøld misti B36 aftur tvey stig, tá teir heilt ímóti dystarenda mistu sigurin ímóti EB/Streymi úr hondum, tá gamli málrevurin, Arnbjørn Hansen javnaði til 2-2.
Fyri høvuðsvenjarin hjá B36, Jákup á Borg er tað sera ørkymlandi at síggja allar málmøguleikarnar renna út í sandin, og hann slær fast, at hetta er nakað liðið má bøta um.
Jákup á Borg vil ikki skylda uppá drúgvu dystarskránna liðið hevur havt í Evropa. Hann heldur, at liðið avrikaði væl í Evropa, men nú manglar eisini at avrika í heimligu kappingini. Tí í løtuni tekur liðið ikki av málmøguleikunum sum eru fyri at avgera dystirnar.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr beinleiðis samrøðuna FM1 hevði við Jákup á Borg fyrr í kvøld.
Samrøðan FM1 hevði við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Heðin Askham hoyrist HER