Ekranas BK vann UEFA Cup-dystin móti B36 á Tórsvølli í kvøld.
B36 legði annars ógvuliga bragdliga fyri, og fingu longu ein stóran møguleika í fyrsta minutti, men Bergur Midjord skeyt mitt á málmannin.
B36 helt fram at vera væl við í dystinum, men heldur var tað Ekranas, ið fekk skorað fyrsta málið. Málið kom eftir horna í 12. minutti, og tað endaði við at Povilas Luksys setti bóltin í netið til 1-0.
B36 helt fram at vera væl við, og tað gav úrslit. Gott uppspæl í høgru førdi til, at Ingi Højsted fekk javnað til 1-1 í 41. minutti.
Ein minutt undan steðginum legði Ekranas seg á odda, og aftur hesaferð var tað eftir horna. Hesaferð stútaði Gediminas Paulauskas bóltin í kassan til hálvleiksstøðuna, 2-1.
Í seinna hálvleiki royndi B36 at koma longri fram á vøllin, og í fleiri atløgum vóru teir tætt við at javna. Men aftur hesaferð gekk á málið hinumegin, og tað var Sergeij Pogreban, ið legði gestirnir á odda 3-1 eftir ein langan solotúr.
B36 hevði gyltar møguleikar at minka um munin, men misnýttu alt. Eisini varð eitt brotsspark misnýtt miðskeiðis í seinna hálvleiki.
Hepnið var ikki við B36, sum nú um tvær vikur skal leika truplan returdyst í Litava.