Í B36 iðraðu teir seg um, at úrtøkan yvir tveir dystir ikki gjørdist betri enn 0 stig og samanlagt 3-6 tap.
Í seinna dystinum, sum varð liðugt spældur fyri hálvum tíma síðani, stóð á jøvnum í hálvleikinum. Eisini hóast havnarfelagið helt seg hava betri uppiborið.
Tíðliga í seinna hálvleiki vann Ekranas seg upp á 2-0, men við einum máli frá Bergi Midjord og einum brotssparki frá Fróða Benjaminsen fekk B36 aftur nakað av spenningi íaftur.
Løtu seinni fekk heimaliðið tó seinasta málið í dystinum, og so mátti B36 ásanna, at europiska ævintýrið í ár endaði uttan stig av nøkrum slag.