B36 tapti 2-0

Dreymurin hjá B36 at vinna seg í annað undanumfar av Europe League var ongantíð nær. Árstalsfelagið tapti í kvøld aftur 2-0 móti Olimpi Rustavi, sum tískil vann 4-0 samanlagt.

B36 kom í eitt satt evropeiskt ódnarveður í Gundadali frá byrjan. Frá eftir fimm minuttum løgdu gestirnir seg á odda, tá heimaliðið ikki var serliga ansi í verjupartinum eftir hornaspark.

Olimpi Rustavi økti um leiðsluna, tá ein hálvur tími varð leiktur. Ásbjørn V. Gunnarsson var óheppin, tá hann brádliga legði bóltin fyri føturnar á mótstøðumanni, sum var tryggur úr stuttari fjarstøðu.

Gestirnir høvdu fleiri møguleikar at fáa fleiri mál, men stólpin og Jóan Pauli Jakobsen í málinum bjargaðu B36.

Vandamestu royndina hjá heimaliðnum átti Sam Malsom, tá hann var brotsteigarmarkinum sendi á tvørtræið. Tá var støðan 2-0.

 

B36: Jóan Pauli Dahl Jakobsen - Jóhan Ellingsgaard, Herbert í Lon Jacobsen, Odmar Færø, Ásbjørn V. Gunnarsson - Róaldur Jacobsen, Klæmint Matras, Bergur Midjord (Dennis Holmberg, 16.) - Magnus Olsen (Bogi Hermansen, 89.), Brima Koroma, Sam Malsom (Jákup á Borg, 66.)