Oddaliðið í Vodafonedeildini hevur í hesi løtu kunngjørt, at teir hava skrivað sáttmála við 19-ára gamlan danskan/kekkiskan áleypara.
Talan er um Mahmud Suleyman, sum gjøgnum øll ungdómsárini hevur verið ein profilur í yngru deildunum hjá Brøndby, og sum nú hevur tikið av møguleikanum at royna seg í føroyskum fótbólti.
Mahmud er skjótur og kvikur spælari, sum dámar væl at bjóða av, og sum trívist best sum vongur ella sum sentralur áleypari, skrivar B36 heimasíðan fyri løtu síðan.
- Vit hava alla tíðina vitað, at hópurin er tunnur og tí viðbrekin mótvegis skaðum ella leikbannum. Vit umhugsaðu longu í vár at knýta ein framrættaðan spælara at hópinum, men vit valdu at bíða til í summar, so vit ikki tóku nøkur óráð fyri, sigur Sámal Ímundarson, formaður í B36.
B36 boðaði fyri tíð síðan, at teir eisini hava gjørt sáttmála við Atla Danielsen. Tað verður tí eitt styrkt B36 liðið eftir summarsteðgin.
- Hinvegin hevur hetta so eisini givið okkum góða tíð at kanna teir møguleikar, sum eru. Vit ivast ikki í, at vit her hava fingið fatur í einum sera spennandi spælara, sum framvegis hevur stórar menningarmøguleikar. Og tað er eisini við hesum í huga, at sáttmálin hevur optión um at leingja samstarvið til 2012, sigur Sámal við B36 heimasíðuna.










