Fótbóltur
Christian Restorff Mouritsen spælir við B36 tað, sum eftir er av hesum kappingarárinum. Tað upplýsir B36 á heimasíðu sínari.
Christian hevur verið roknaður sum ein av evnaríkastu spælarunum í Føroyum, og í fleiri ár var hann knýttur at Manchester City.
Skaðar hava tó darvað honum nógv - eisini eftir at hann í fjør summar vendi heim til barndómsfelagið, HB.
Har hevur tað ikki eydnast honum at bíta seg fastan á besta liðið hjá felagnum í ár, og nú hevur hann so valt at royna eydnuna hjá grannunum.