3-1 sigurin hjá B36í Vági í dag ber við sær, at meistararnir eru betri fyri eftir tíggju umfør, enn teir hava verið nakrantíð árið eftir, tá ið teir hava vunnið FM.
B36 hevur 21 stig eftir tíggju umfør. Tað eru trý stig fram til NSÍ og oddasessin, og harvið er møguleikin framvegis góður fyri, at tað fyri fyrstu ferð nakrantíð skal eydnast at endurvinna FM heitið árið eftir, at árstalsfelagið hevur vunnið FM.
Hetta er onnur ferðin í ár, at B36 vinnur 3-1 í Vági. Í fyrra førinum – í nógvum vindi og regni í 4. umfari – var støðan eftir lítlan hálvan tíma 3-0. Sigurin var ongantíð í vanda ta ferðina, hóast FC Suðuroy í 2. hálvleiki minkaði um munin, og úrslitið var 3-1.
B36 venjarin Eyðun Klakstein ásannar, at tað var øðrvísi í dag, enn tað var fyrru ferðina í Vági, men hann heldur, at yvirhøvur hevði B36 tak á tí:
-Lukasz Cieslewicz legði okkum framum eftir kiksaða afturlegging, og Hans Pauli Samuelsen økti miðskeiðis í 1. hálvleiki um munin eftir gott uppspæl, har Ibrahima Camara var sentralur. Fyrsta korterið eftir steðgin var besta løtan hjá okkum. Men so minkaði Búi Egilsson um munin við stútara eftir horna, og so varð tað í eina løtu intenst og spennandi. Eg haldi tó, at trýstið minkaði, og tað vóru ikki vandamiklar støður í okkara brotsteigi. Tá ið Hans Pauli Samuelsen staðfesti sigurin, var tað eftir FC Suðuroy miss mitt á vøllinum. Okkara vórðu tveir ímóti einum, og Lukasz Cieslewicz spældi Hans Paula Samuelsen leysan.
Hjá FC Suðuroy hevur tað gingið væl seinastu ferðirnar, men venjarin var ikki nøgdur við avrikið í dag:
-Í fyrra hálvleiki vístu vit ikki tað, sum vit hava víst seinastu vikurnar. Tað var væl betri eftir steðgin, tá ið vit minkaðu um munin, og so varð tað heilt spennandi. Stutt frammanundan, at teir øktu um munin til 3-1, áttu vit at fingið fríspark, heldur Jón Pauli Olsen.
Longu hósdagin – Kristi himmalferðardag – skal B36 spæla toppdyst í Runavík ímóti NSÍ. Sama dag verður FC Suðuroy partur av grannauppgerð við Stórá í Trongisvági, har TB verður vertur.
FC Suðuroy-B36 1-3 (0-2)
0-1: Lukasz Cieslewicz 10.
0-2: Hans Pauli Samuelsen 24.
1-2: Búi Egilsson 56.
1-3: Hans Pauli Samuelsen 90.
Dómari: Eiler Rasmussen
FC Suðuroy: Rani N. Johannesen – Dánjal Godtfred, Valerian Iobashvili, Christian Ibeagha, Tóki Mortensen (Heini Bech, 75.) – Høgni Madsen, Heri Kjærbo (Búi Egilsson, 46.) – Palli Augustinussen, John Tordar Poulsen, Jón Krosslá Poulsen - Mamuka Torondjazde
Gult kort: John Tordar Poulsen, Búi Egilsson
B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Odmar Færø, Gestsur B. Dam – Róaldur Jakobsen, Eli Falkvard Nielsen – Jákup á Borg (Árni G. Nielsen, 90.), Lukasz Cieslewicz, Hans Pauli Samuelsen – Ibrahima Camara (Andrias H. Eriksen, 75.)
Gult kort: Lukasz Cieslewicz, Høgni Eysturoy