Fótbóltur
Einki er at ivast í, hvat samrøðuevnið eftir dystin á Eiðinum millum VB og B36 var. Smáar tíggju minuttir fyri leiklok sendu vágbingar fríspark innfyri B36 málið. Bólturin varð stútaður í kassan, og vágbingar hildu, at nú var javnvág komin í roknskapin, sum annars vísti 0-1.
Men dómarin kolldømdi málið, og so gjørdu gestirnir skjótt av. Bólturin varð sendur fram á vøllin har brasilianski Santos dróg tvær ferðir, áðrenn hann úr 35 metrum smekkaði til, og hóast Bjarni í VB-málinum stóð har, sum hann skuldi standa, so megnaði hann ikki at forða framúr vakra skotinum í at fara í kassan.
Varin byrjan
Hetta var helst hendingin, sum avgjørdi dystin, og eftir hetta fekk VB ikki skapt nakran spenning í aftur dystin. Heldur ikki hóast teir tveittu nógv fram seinastu tíðina.
Men fram til tá hevði talan verið um eina hampuliga javna uppgerð. Bæði VB og B36 hava í ár verið sterk í verjupartinum, og tað tóktist eisini skula eyðkenna dystin sunnudagin. Byrjað varð varliga frá báðum pørtum, og tað var sjáldan, at talan gjørdist um veruligar málmøguleikar.
B36 var tó liðið, sum hevði bóltin væl meira, og teir komu eisini fram til nakrar møguleikar, sum tó sjáldan gjørdust heilt vandamiklir. Tað gjørdist tað tó, tá Alex dos Santos ta einu ferðina smekkaði hart innlegg innfyri. Við handaru stong kundi Allan Mørkøre møta bóltinum, og so hevði veteranurin aftur gjørt mál fyri B36.
Taktiskt spæl
Fyri tað mesta gjørdist talan síðani um eitt taktiskt spæl, har hvørgin parturin tordi ella vildi satsa ov nógv. B36 tók seg nakað aftur á vøllin ? ikki minst eftir at Ingi Højsted varð noyddur av vøllinum ? men tað var tó sjáldan, at talan gjørdist um veruligar vandastøður. Ta einu ferðina var tó um reppið, at Milan Kuljic fekk frítt skot, men í málteiginum eydnaðist Santos at blokera royndini.
Móti endanum kom VB tó nakrar ferðir nær nøkrum, sum líktist einum málkjansi, og so kom støðan, sum tosað verður um. Tann parturin endaði tó við, at B36 avgjørdi, og tó at VB tveitti nógv fram seinastu løtuna, so var hetta nyttuleyst.
Samstundis gjørdist vertirnir nakað tunnir í verjupartinum, og eftir at B36 hevði havt nakrar naskar kontra-royndir, kundi Bogi Hermansen staðfesta sigurin, tá hann hegnsliga avsluttaði eitt væl gjøgnumspælt álop.
Hjá VB tóktist ósigurin at vera ein staðfesting av, at liðið hevur trupulleikar við at standa seg á heimavølli. Hinvegin skal eisini takast atlit til, at talan var um truplan heimadyst, og at tað tí ikki heilt so væl ber til at draga nakrar niðurstøður úr hesum tapinum. Og spyrt tú ein vágbing í dag, so er hann helst ivaleysur í, at talan skuldi verið um javnleik. Og um tað hevði verið úrslitið, so hevði tosið í Vági helst verið eitt heilt annað í dag. Fyrst og fremst, so er málið hjá vágbingunum at byggja eitt nýtt lið upp í ár, og fyribils hevur úrtøkan av hesum arbeiðinum eisini verið hampuliga góð.
Hjá B36 man lagið hinvegin vera av tí besta. Sigrar í Vági eru ikki gerandiskostur hjá liðnum, og í øllum førum skal leitast heilt langt aftur, um ein somikið tryggur sigur skal finnast. Sigurin heldur eisini B36 ovast á talvuni. Komandi tríggjar vikurnar vera tó helst ein styrkisroynd í so máta, tá liðið hevur dystir móti bæði HB og Skála, sum í løtuni eru á næstu sessunum á talvuni.