B36 streyk við gullinum

Talan var um sera tætta kapping hjá pinkunum, har trý feløg høvdu møguleika at gerast meistarar, tá ið tað varð farið undir síðsta umfarið

Leygardagin varð seinna finaluumfarið í yngstu gentudeildini, pinkum, spælt í Gøtu. Í hesi deild spæla gentur, sum eru upp til 10 ára aldur.
Hóast hetta er tíðliga at byrja at kappast um gull og FM, so verður á hvørjum ári hildin ein kapping fyri hesar gentur, og áhugin er stórur.
Í ár var kappingin sera tøtt, og trý lið lógu fram við til tað seinasta at vinna FM-heitið. Eftir fyrra finaluumfarið, sum var í Havn, lá GÍ fremst, men bæði B36 og KÍ vóru beint í hølunum.
 
Stórur spenningur
Talan var um eisini sera tætta kapping í seinna finaluumfarinum. Áðrenn tað varð farið undir teir báðar síðstu dystirnar, var møguleiki fyri, at GÍ, KÍ og B36 kundu vinna FM.
GÍ og KÍ spældu í síðsta umfarinum ímóti hvørjum øðrum. Undan dystinum var greitt, at vinnarin av hesum dystinum fór at vinna FM. Dysturin endaði 1-1, og tá ið B36 so vann 2-0 á VB/Sumba, vóru tað tær úr B36, sum struku við gullinum.
GÍ og KÍ endaðu eitt stig aftanfyri B36. Málmunurin var tann sami, og í endaligu støðuni hevur KÍ skorað fleiri mál enn GÍ. Men GÍ vann silvur og KÍ bronsu. Tað komst av, at GÍ var betri í innanhýsis uppgerðunum. Leygardagin var úrslitið í Gøtu 1-1, men í Gundadali vann GÍ 3-2 ímóti KÍ.
 
 
Pinkur

Fyrra finaluumfar í Havn:
B36-KÍ 0-0
GÍ-VB/Sumba 0-2
GÍ-B36 0-0
VB/Sumba-KÍ 0-1
B36-VB/Sumba 2-0
KÍ-GÍ 2-3

Seinna finaluumfar í Gøtu:
KÍ-B36 1-1
GÍ-VB/Sumba 2-0
KÍ-VB/Sumba 2-1
GÍ-B36 0-0
KÍ-GÍ 1-1
B36-VB/Sumba 2-0

Pinkur - endaliga støða
1. B36              6       2-4-0         4-1          10
2. GÍ                6       2-3-1         6-5          9
3. KÍ                6       2-3-1         7-6          9
4. VB/S            6       1-0-5         3-8          3