B36 stríddi seg til ein sigur í dag

(Rás2) Høvuðsvenjarin hjá B36, Jákup á Borg fegnast um, at mistøkini ímóti EB/Streymi ikki blivu endurtikin í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna sum var við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2 aftaná Jákup á Borg hevði sæð sínar menn vunnið 2-0 á Skála á útivølli.

 

Jákup á Borg fegnast um, at hesaferð bant B36 fyri tá teir komu á odda. Hann fegnast um, at B36-leikararnir stríddust fyri sigrinum, og ikki góvu Skála møguleikan at koma afturíaftur.

 

Serliga er Jákup á Borg glaður fyri, at Robert Heðin Brockie, sum hevur havt stórar skaðar at drigist við undanfarin kappingarár stóð seg so væl í verjuspælinum hjá B36.

 

Jákup á Borg heldur, at B36 spældi betur í 2-3 tapinum ímóti EB/Streymi farna sunnudag, men í dag bar eitt gróthart avrik sigurin heim. 

 

Samrøðan Rás2 hevði við høvuðsvenjaran hjá Skála, Eyðun Klakstein hoyrist HER