B36 stendur seg væl í Klaksvík

Spurningurin er, um klaks­víkingar, sum stríðast fyri europeiskari luttøku, hesa ferð megna tað á heimavølli ímóti B36, sum teir ikki hava megnað í fýra ár
B36 er nummar seks, og møgu­leikin fyri at røkka fimta plássinum og harvið ein­um heimadysti eyka næsta kapp­ingarár er ikki serliga sannlíkur. Heldur er møguleikin størri fyri, at sætta plássið skal gleppa árstalsfelagnum av hond­um og fara til NSÍ.
KÍ hevur fokus á at varðveita bronsuplássið og harvið at vinna rættin næsta ár at taka lut í europeisku kappingunum. Bæði Víkingur og HB liggja framvið, og tí er alneyðugt at vinna fulla úrtøku á heimavølli ímóti B36.
Nógvu tær seinastu ferð­irnar hevur tað verið soltið á heima­vølli ímóti B36. Í 2. umfari vann B36 2-0 í Klaksvík, og heldur ikki í fjør eydnaðist tað klaksvíkingum á heimavølli at fáa bóltin framvið fyrrverandi liðfelaga teirra í B36 málinum Meinhardti Joensen. Úrslitini í Klaksvík í fjør vóru 2-0 og 3-0 til B36. Síðst KÍ vann stig á heimavølli ímóti B36 var í 2009, tá ið tað í 12. umfari endaði 2-2. Síðstu heimasigrarnir á B36 vóru í 2008, tá ið úrslitini vóru 2-0 og 2-1.
Hjá KÍ hevur miðverjin Jógvan Isaksen fimm gul kort á kontuni, og tískil er hann leik­bannaður. Tað er merkis­vert, tí umframt málverjan Andras Gango er Jógvan Isaksen einasti KÍ spælarin, sum hevur verið á vøllinum allar min­uttirnar higartil í ár. Ivan Joensen er leikbannaður aftur hesa ferð.
Hjá B36 er Súni Olsen tøkur aftur, eftir at hann hevur verið leikbannaður tríggjar ferðir. Símun Hansen er framvegis leikbannaður. Heini í Skorini og Rasmus Dan Sørensen fóru skaddir av vøllinum ímóti FC Suðuroy.

KÍ - B36: Petur Reinert
sunnudagin klokkan 14.45