B36 staðfesti silvurið

Kvinnuliðið hjá B36 er aftur í ár silvurvinnarar, og hetta staðfestu tær við at vinna seinasta dystin á grannunum úr HB

Fótbóltur

Tað var mest sum staðfest longu undan seinasta umfarinum, at silvurið í kvinnudeildini fór at enda hjá B36.
Gaman í var bert eitt stig millum B36 og hitt árstalsfelagið undan dystinum, B68, men tá toftakvinnurnar skuldu royna seg í Klaksvík, mundi tað vera lítið sannlíkt, at B68 fór at yvirhála.
Til tess kravdist eisini, at B36 setti stig til móti HB, men tann ivan sópaðí B36 sjálvar av borðinum við fjórða sigrinum í ár á grannunum.

Greið yvirvág
Tað var eisini B36, sum allan dystin var betra liðið. Frá fyrsta bríksli løgdu tær eitt stórt trýst oman móti HB-málinum, og tó at HB royndi at muta nakað ímóti, so var greitt, hvønn vegin tað bar.
Farast skuldi tó um miðjan hálvleikin, áðrenn trýstið og leikliga yvirvágin gav úrslit. Fram til tá hevði Randi Wardum hildið skansan í HB-málinum, men tá Súsannan Hansen gjørdist púra leys, eftir góða fríspæling frá Arnbjørg Danielsen, var eisini hon prísgivin.
B36 helt eisini eftir málið á við at trýsta HB, men størsta møguleikin av øllum fyri steðgin fall tó til HB. Eyðfríð Kristiansen, sum í stóran mun hevur verið álitið hjá HB í ár, varð feld í B36 brotsteiginum, og dómarin ivaðist ikki. Malan á Dunga varð sett at taka sær av brotssparkinum, men Elsa Maria Olsen í B36 málinum gitti rætt, og so kundi B36 draga andan nakað lættari, tá tær fóru inn til steðgin, meðan lagið í HB-húsinum helst hevði verið betri, um brotssparkið var gagnnýtt á rættan hátt.
Í seinna hálvleiki var býtið av spælinum á leið hitt sama, men tað gekk framvegis meira enn striltið hjá B36 at umseta yvirvágina til mál. Tað líktist fyri tað mesta einum teprum sigri, men í seinastu minuttunum fekk Maria í Brekkunum sett trumf á, tá hon við sínum fyrsta málið í ár syrgdi fyri, at B36 fekk ein góðan enda upp á kappingarárið.
At B68 so tapti sín dyst í Klaksvík,.kann fyri B36 vera tað sama. Tær greiddu sín setning, og vunnu tí aftur í ár silvurmerkini, sum tær mest sum hava tikið patent uppá, nú KÍ tykist hava einarætt til gullið.

Dysturin í tølum
B36-HB 2-0 (1-0)
1-0: Súsanna Hansen
2-0: Maria í Brekkunum