B36 støðan er heilt serlig

Í dag hittast tey bæði í Gundadali, sum hava skorað næstfæst mál

Tølini siga, at B36 plagar at eiga lið, sum skorar fleiri mál enn tey flestu.

Í fjør var tað bara NSÍ, sum skoraði fleiri mál (64) enn B36. Saman við meistarunum í HB skoraði B36 í fjør 58 mál.

Í 2017 skoraði B36 62 mál. Eingin skoraði fleiri mál, men meistararnir í Víkingi skoraðu eins nógv mál og B36.

Higartil í ár hevur B36 skorað átta mál. TB hevur skorað sjey, sum er lægsta máltalið higartil. Saman við B36 hevur ÍF skorað átta mál.

Seinnapartin hittast B36 og ÍF í Gundadali. B36 úrtøkan er trífald tí, sum hon er hjá ÍF. B36 hevur tólv stig, og ÍF hevur fýra stig.

B36 hevur tapt fýra tær seinastu ferðirnar – tríggjar ferðir í landskappingini og einaferð í steypakappingini.

ÍF hevði undan mánakvøldinum bara vunnið eitt stig – á heimavølli ímóti TB. Mánakvøldið vann ÍF 2-0 á Eiði.

Í dag fara fuglfirðingar, sum hava fingið ikki frítt mót av nýggjum, við venjarunum Hans Jørgen Djurhuus og Kára Reynheim á odda.

Hjá B36 er Bjarni Petersen skaddur í lærinum, umftamt at Róaldur Jakobsen og Hannes Agnarsson eru langtíðarskaddir.

Fýra spælarar eru skaðadarvaðir, men tað verður vónað, at onkur teirra verður førur fyri at spæla seinnapartin. Teir eru Erling Jacobsen, Alex Mellemgaard, Hugin Samuelsen og Michal Przybylski.

Hjá ÍF er tað ivasamt, um Dánjal á Lakjuni verður førur fyri at spæla. Hann er plágaður av vøddaskaða í baklærinum. Miðverjin Dávid Langgaard er í somu støðu. Tað kemur illa við, tí miðverjin Poul Nolsøe Mikkelsen verður ikki við. Hann er skaddur í knænum.

Tølini siga, at tað er langt síðani, at ÍF vann nakað á útivølli ímóti B36. Síðani 2014 hava liðini dystast seks ferðir í Gundadali. B36 hevur vunnið allar ferðirnar við málmuninum 22-4.

Í 2013 endaði ÍF á øðrum plássi – frammanfyri B36 og aftanfyri HB. Tá endaði fyrra innanhýsis uppgerðin í Gundadali ímóti B36 2-2, og ÍF vann ta seinnu 2-1.