B36 spælir um ein tíma

Útlitini fyri at spæla seg víðari í UEFA-Cup kappingini eru ikki av teimum bestu hjá B36, sum tapti 3-1 fyri litaviska liðnum í fyrra dystinum.

Men tað tykist, sum ætlar Kurt Mørkøre sær ikki at spara nakað av fólki fyri tað.

Teir ellivu, sum fara á vøllin um ein tíma, eru Jákup Mikkelsen, Johan V. Gunnarsson, Kenneth Jacobsen, Herbert í Lon Jacobsen, Fróði Benjaminsen, Mikkjal Thomassen, Ingi Højsted, Klæmint Matras, Alex José dos Santos, Heini í Skorini og Amed Davy Sylla.

Veðrið er gott í Litava, skilst. Eini 20 hitastig eru í dag.