Upptakt
B36 úti, HB úti og NSÍ heima. Truplari enn tað sama verður tað neyvan hjá KÍ, nú teir í seinastu trimum dystunum skulu royna at staðfesta, at tað í øllum førum ikki verða teir, sum skulu enda á øðrum av niðastu sessunum.
Mótstøðuliðið hesaferð er B36, sum seinasta vikuskifti vann seg upp á oddasessin, og tað er ein sessur, sum teir vilja gera alt fyri at varveita seinastu trý umførini.
TÍ er eingin sum helst ivi um, at heimaliðið fer eftir øllum trimum stigunum, sum teir eisini vunnu fyrr í ár, tá KÍ var á vitjan.
Einasta ivamálið í B36-hópinum er Mikkjal Thomassen, sum beklaði undir venjing hóskvøldið. Tá vit seinasta frættu úr B36, vistu teir ikki at siga, hvørt tað fór at eydnast at fáa miðvallarstríðsmannin kláran. Hinvegin er Bergur Midjord aftur tøkur, eftir at hann hevur sitið tvey daga leikbann av sær.
Hjá KÍ er størsti missurin uttan iva, at Kurt Mørkøre nú hevur spælt sín seinasta dyst fyri felagið. Hetta gjørdi hann, tá ÍF var á vitjan í Klaksvík.
Tað merkir so uttan iva, at nýggjur maður skal finnast til álopið, og so er spurningurin, hvørt Ove Nysted aftur verður fluttur niðan í álopið, ella um annað hvørt Leon Bjartalíð ella Erling Fles verða royndir saman við Hjalgrím Elttør.
Hartil hevur Jan Andreasen nú aftur vant í vikuni, so hann verður ivaleyst partur av hópinum. Tað verður Símun Joensen helst eisini. Hann noyddist av vøllinum við skaða, tá ÍF vitjaði, men hann vandi aftur hóskvøldið, og roknað verður við, at hann er klárur til dystin.