Í morgin fer ungi og evnaríki føroyski leikarin, Magnus Holm Jacobsen, til Portugals, har hann ta næstu vikuna fer at royndarvenja. Tað váttar umboðsmaðurin hjá Magnusi Holm Jacobsen, Annfinn Gaard, fyri in.fo.
Magnus Holm Jacobsen fer at royndarvenja við Pacos de Ferreira, sum í løtuni liggur á 13’inda plássi í bestu portugisisku deildini. Hesa vikuna hevur Magnus Holm Jacobsen annars verið í Bulgaria, har hann hevur luttikið við føroyska U19 landsliðnum, ið spældi sín seinasta dyst í dag.
Annfinn Gaard sigur at áhugi leingi hevur verið frá portugisiska felagnum, og at eitt annað lið úr Portugal eisini hevur havt eyguni eftir føroyska miðvallaranum.
- Royndarvenjingin er komin í lag ígjøgnum meg. Pacos de Ferreira hevur fleiri ferðir verið og hugt eftir Magnusi Holm Jacobsen, og tað hevur Boavista úr Portugal eisini verið. Vit meta tó at Pacos de Ferreira passar betri til Magnus Holm Jacobsen, sigur Annfinn Gaard, umboðsmaður.
Sostatt er Magnus Holm Jacobsen annar B36-leikarin, sum í hesum døgum er uttanlands og royndarvenur. Tí fyrr í dag skrivaði Norðlýsið, at B36 toppskjúttin, Patrik Johannesen, tí komandi vikuna fer at royndarvenja við norska felagnum, Florø.