B36 vann í gjár 1-0 á heimavølli ímóti FC Suðuroy. Tað høvdu tó kunnað komið fleiri mál í dystinum, um ein stór dómaravilla ikki sýtti hesum.
Sum tað sæst á videobrotinum omanfyri, so er nýggi, danski framherjin hjá árstalsfelagnum, Philip Lund, heilt greitt á røttu rangstøðusíðuni, tá ið Hans Pauli Samuelsen spælir hann leysan. Sum tað sæst í videobrotinum, so kom Philip Lund framvið málverjan hjá FC Suðuroy, Rana N. Johannesen, og hevði ongar trupulleikar við at trilla bóltin í tóma málið. Støðan var longu 1-0, tá ið tilburðurin hendi í fyrra hálvleiki av dystinum.
Philip Lund skoraði tvey mál í fyrsta dysti sínum fyri B36, tá ið B36 vann 4-0 á ÍF ólavsøkuaftan.
Sum skrivað stendur, so vann B36 dystin kortini, so hendan dómaravillan hevði tíbetur onga ávirkan á vinnaran av dystinum.
Um ein tíma kemur enn ein grein út við øðrum áhugaverdum støðum úr dystinum.
Jóhan Thomsen eigur upptøkuna.