Seinnapartin høvdu teir næstbestu hjá B36 vitjan av teimum næstbestu hjá Víkingi. Víkingur varð mett at vera stórur favorittur, tí Víkingur hevði sum topplið 45 stig við sær á vøllin, meðan B36 hevði 25 stig.
Úrslitið í dag var 1-1, eftir at Víkingur í fyrra hálvleiki var frammanfyri 1-0. Málið skoraði liðformaðurin Aron Jarnskor Ellingsgaard við brotssparki í 11. minutti.
B36 javnaði 18 minuttir undan leikloki til 1-1. Málskjútti var 16 ára gamli Martin Agnarsson. Hetta var eftir, at Víkingur hevði havt hornaspark. Uppleggið átti innskifti Rasmus Dan Sørensen.
Teir í B36 hava fleiri ferðir fyrr í ár hildið, at teir ikki hava havt marginalirnar við sær, tá ið teir ikki hava vunnið, hóast leikliga yvirvágin hevur verið stór, og tølini hava sagt, at teir hava havt væl fleiri hornaspørk og royndir ímóti málinum hjá mótstøðuliðnum, enn mótstøðuliðið hevur havt á teirra mál.
Í dag søgdu tølini, at Víkingur var greitt omaná. Víkingur hevði 11 hornaspørk, og B36 hevði fýra hornaspørk. Víkingur hevði tólv royndir á B36 málið og 10 við síðuna av málinum, meðan B36 hevði tvær royndir á málið hjá Víkingi og tríggjar framvið málinum. Víkingur hevði tríggjar stórar málmøguleikar, meðan B36 ongan stóran málmøguleika hevði.
Fríggjadagin 2. oktober
07 Vestur – B68 2-0 (1-0)
1-0: Eiler Fróðason 30.
2-0: Marjus Egilstoft Nielsen 93.
FC Hoyvík – NSÍ 1-7 (0-2)
0-1: Jørgen Nielsen 34.
0-2: Súni Hansen 37.
0-3: Meinhard Janusarson 66.
0-4: Jørgen Nielsen 76.
0-5: Jørgen Nielsen 80.
0-6: Meinhard Janusarson 88.
0-7: Meinhard Janusarson 89.
1-7: Hugin Ferber 90.
HB – B71 0-4 (0-3)
0-1: Valdemar Schousboe 18.
0-2: Hans Odsson Hentze 42.
0-3: Valdemar Schousboe 45.
0-4: Jónas Warner 51.
AB – KÍ 2-2 (1-1)
0-1: Kristian Svabo Eliasen 13.
1-1: Rógvi Skála 14.
2-1: Bartal S. Petersen 50.
2-2: Gunnar Christiansen br 75.
Leygardagin 3. oktober
B36 – Víkingur 1-1 (0-1)
0-1: Aron Jarnskor Ellingsgaard br 11.
1-1: Martin Agnarsson 72.
| Víkingur | 21 | 13 | 7 | 1 | 52 | 24 | 46 |
| NSÍ | 22 | 13 | 5 | 4 | 70 | 33 | 44 |
| B68 | 21 | 10 | 4 | 7 | 41 | 28 | 34 |
| 07 Vestur | 20 | 9 | 6 | 5 | 35 | 26 | 33 |
| HB | 21 | 9 | 3 | 9 | 42 | 55 | 30 |
| B71 | 21 | 8 | 5 | 8 | 45 | 36 | 29 |
| B36 | 20 | 7 | 4 | 9 | 33 | 41 | 25 |
| KÍ | 21 | 7 | 4 | 10 | 37 | 49 | 25 |
| AB | 20 | 3 | 4 | 13 | 27 | 45 | 13 |
| FC Hoyvík | 21 | 2 | 4 | 15 | 26 | 71 | 10 |
Leygardagin 10. oktober
KÍ – NSÍ
Víkingur – HB
B68 – 07 Vestur
AB – FC Hoyvík
B71 – B36










