B36 vóru favorittar hjá altjóða veddingarfyritøkum at vinna á walisiska, Haverfordwest í tí fyrra dystinum á heimavølli í øðrum undanumfarinum í Europa Conference League.
B36 megnaði at vinna, men 2-1 sigurin er ov smalur í mun til spæl og málmøguleikar.
Talið av málmøguleikum vísir 9-4 til B36, og B36 hevði bóltin 77 prosent av tíðini.
Hannes Agnarsson skoraði til 1-0 tá 11 minuttir vóru farnir av dystinum aftaná eina góða sending frá Andrassi Johansen.
Tá ein tími var farin av dystinum økti Andrass Johansen til 2-0 aftaná gott forarbeiðið hjá Bjarka Nielsen.
2-0 hevði verið eitt góðtikið úrslit, men tíverri slapp Martell Taylor-Crossdale onkursvegna við hepni at minka um munin til 2-1, tá 10 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.
Liðini hittast aftur í Wales komandi hóskvøld klokkan 19.45.
Við FM1 søgdu Dan Brimsvík, venjari og málskjúttarnir Hannis Agnarsson og Andrass Johansen, at teir trúðu fult upp á, at B36 kundi vinna ein samlaðan sigur.
B36-Haverfordwest 2-1 (1-0) - Europa Conference League 2. undanumfar fyrri dystur:
1-0 Hannis Agnarsson (11.)
2-0 Andrass Johansen (60.)
2-1 Martell Taylor-Crossdale (80.)











