Í fjør skipaði B36 á fyrsta sinni fyri Adidas Summer Cup. Adidas Summer Cup er ein stór summarkapping í fótbólti, sum í ár verður endurtikin. Kappingin verður leikt leygardagin 11. juli. Kappingin er fyri børn, og í fjør vóru tað heili 500 børn, sum luttóku í kappingini.
Kappingin er fyri allar ungdómsaldursbólkar frá U6 til U17. Kappingin er fyri bæði dreingir og gentur.
Afturat sjálvari fótbóltskappingini verður millum annað møguleiki hjá øllum luttakarum at svimja og bowla ókeypis.
Tilmeldingarfreistin til kappingina er 1. juli. Tilmeldingin fer fram á http://www.summarcup.fo/