B36 ger nógv burturúr upphitingini í samband við finaluna um løgmanssteypið millum B36 og NSÍ, sum verður á Tórsvølli, leygarkvøldið klokkan 19.45.
Longu frá klokkan 15 verður stór upphiting í B36 húsinum við live tónleiki, live studio, hitapottum, hoppiborg, boing-bóltum, andlitsmáling, barnaundirhald við Fívlum, matsøla og annað spennandi.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Andrass Thomsen í sendingini SportBoxin á Rás2.
Tróndur Arge sigur frá finaluni um løgmanssteypið, sum verður spæld í annaðkvøld klokkan 19.45. Rás2 byrjar upptaktssendingina longu klokkan 15.










