B36 skiftir út

NSÍ venjarin roknar við, at hansara fara at halda fram, har teir sleptu leygarkvøldið

Fyri B36 var tað vónbrot at tapa á heimavølli ímóti KÍ, meðan tað var søtur sigur hjá NSÍ, tá ið tað í stevnudystinum eydnaðist at venda hóttandi tapi til trivaligan 4-2 sigur ímóti Víkingi.

-Eg var í Gundadali sunnudagin. B36 eigur eitt gott lið. At KÍ vann ímóti B36 sigur bara, at klaksvíkingar eru sera væl fyri í løtuni. Tað hava vit kent á okkum fyri stuttum, og nú var tað B36, sum var í KÍ maskinuni, sigur NSÍ venjarin Anders Gerber.

Hvat roknar tú við í kvøld?

-At talan verður um javna og undirhaldandi uppgerð. Tað liggur ikki til B36 at spæla verjukent, og bæði B36 og vit fara ivaleyst fyrst og fremst at hava fokus á egnum spæli.

Tað glapp hjá tykkum ímóti Víkingi?

-Eftir steðgin vóru vit meiri avgjørdir í báðum brotsteigunum. Eg vóni, at tað í kvøld fer at eydnast at byggja víðari á tað avrikið. Árni Frederiksberg og Klæmint A. Olsen vóru eyðsýndir, tí teir skoraðu øll málini. Men tað var eisini tí, at tað eydnaðist at seta spælið upp fyri teir. Pól Jóhannus Justinussen hevur verið fínur og besti málskjúttin nógvu tær seinastu ferðirnar, og tað ber aftur við sær, at tað verður lættari hjá øllum liðnum.

Jens Joensen er leikbannaður í kvøld.

 

B36 venjarin Eyðun Klakstein var ikki nøgdur við avrikið hjá B36 ímóti KÍ:

-Um vit skulu fáa nakað burtur úr í kvøld, so er tað neyðugt, at talan ikki verður um so misjøvn avrik, sum tað vóru sunnudagin. Nakrar spælarar stóðu seg avbera væl, meðan onkrir, sum plaga at vera millum stuðulsspælararnar, ikki vóru tað ímóti KÍ, sigur B36 venjarin.

Tað er greitt, at B36 liðið verður øðrvísi mannað í kvøld. Tórður Thomsen er skaddur, og tí verður Trygvi Askham millum stólparnar. Lukasz Cieslewicz fór skaddur av vøllinum ímóti KÍ. Tað er lítið sannlíkt, at hann verður millum teir fyrstu ellivu í kvøld.

 

NSÍ-B36: Eiler Rasmussen kl. 18.30.