B36 skiftir málverja

Rói Mørk Hentze, sum noyddist at vøllinum ímóti AB, verður á beinkinum í kvøld

Klokkan 18 er fyrsta bríksl í Bulgaria, har B36 ger klárt at spæla ímóti CSKA Sofia.

Tað er greitt, at annar maður verður millum stólparnar, enn tað hevur verið higartil í ár.

Átjan minuttir undan leikloki, tá ið B36 vann 3-0 á heimavølli ímóti AB, noyddist B36 málverjin Rói Mørk Hentze av vøllinum eftir samanbrest við ein liðfelaga.

Í B36 vóru teir bangnir fyri, at talan var um skaða í høvdinum. Rói varð væl kannaður eftir dystarlok, men tað vísti seg, at talan var ikki um skaða, og Rói Mørk Hentze var í B36 ferðalagnum, sum mánamorgunin fór úr Vágum.

Veteranurin Símun Rógvi Hansen loysti Róa Mørk Hentze av síðstu løtuna ímóti AB, og tað verður Símun Rógvi Hansen, sum í kvøld fer at verja B36 málið í bulgarska høvuðsstaðnum.

Sonni Ragnar Nattestad er leikbannaður, og í miðverjuni verður Erling D. Jacobsen saman við liðformanninum Andrias H. Eriksen.

Líkindini at spæla fótbólt í bulgarska høvuðsstaðnum í kvøld eru góð. Tað eru 20 hitastig, og tað er skýggjað loft. Vøllurin er vátur og ikki serliga góður at spæla á.

 

CSKA – B36 kl. 18.00

Dómarabólkur úr Ungarn: Tamás Bognar, Balázs Buzás, Péter Kóbor  og Ferenc Karakó (4. dómari)

B36: Símun Rógvi Hansen – Benjamin Heinesen, Andrias H. Eriksen, Erling D. Jacobsen, Alex Mellemgaard – Eli Falkvard Nielsen, Magnus Holm Jacobsen – Ragnar Samuelsen, Michal Przybylski, Árni Frederiksberg – Sebastian Pingel

Á beinkinum: Rói Mørk Hentze, Bjarni Petersen, Stefan Radosavljevic, Hannes Agnarsson, Andreas Thomsen, Andrass Johansen, Brian Jakobsen