B36 skiftir alla verjuna út

Løgmanssteypið: Eingin av verjuspælarunum, sum vóru við til at vinna ímóti HB, vera við í kvøld

Klokkan 19.00 verður fyrsta bríksl í Gundadali í steypadystinum millum B36 og 07 Vestur. Tað er nú greitt, at B36 verjan verður í heilt aðrari útgávu, enn hon var sunnudagin, tá ið B36 vann grannauppgerðina í landskappingini ímóti HB 2-1.

Tá vóru í B36 verjuni Jónas Ꝥór Næs, Andrias H. Eriksen, Erling D. Jacobsen og Alex Mellemgaard.

Eingin av hesum fýra er førur fyri at spæla í kvøld. Tí er B36 verjan mannað heilt av nýggjum.

B36 verjan sær soleiðis út: Ragnar Samuelsen, Sveinur Lava Olsen, Bjarni Petersen og Andreas Thomsen, sum fyri stuttum skrivaði undir sáttmála við B36.

Tað skilst á lagnum, at Lukasz Cieslewicz, sum leingi hevur verið skaðadarvaður og fleiri ferðir hevur verið á beinkinum, í kvøld verður millum teir fyrstu ellivu.