Fótbóltur
Talan var um sjeynda dystin innan ein lítlan mánað hjá B36, tá teir sunnudagin tóku ímóti VB. Ein dystur, sum B36 hevði roynt at flutt til mánakvøldið, men tá hetta varð noktað teimum, var ikki stórt annað at gera enn at spæla.
Framrættað B36
Og fyrstu longu løtuna tóktist tað heldur ikki bila stórvegis hjá vertunum, at talan hevðí verið um somikið strævna skrá. Við Óbi millum teir fyrstu ellivu var útgangsstøðið nakað meira framrættað, enn tað oftanir hevur verið, og saman við verjukenda útgangsstøðinum hjá VB, merkti hetta, at talan fyri tað nógva gjørdist um eina ógvuliga greiða B36-yvirvág.
Hetta gav eisini fleiri hálvar og heilar møguleikar, men fyri steðgin gekk illa at umseta hesar til mál. Eisini hóast flestu áskoðarar kring vøllin mundu síggja bóltin í meskunum ta einu ferðina, tá Bjarni Johansen onkursvegna refleksbjargaði roynd úr fýra metrum.
Uppskriftin hjá VB var so at dúva upp á kontra-álop, men hesi gjørdust sjáldan vandamikil. Einamest tí spælið hjá árstalsfelagnum var somikið væl skipað, at teir sjáldan seldu seg sjálvar í verjupartinum.
Møðin merktist
Eftir steðgin helt sama spælið fram. Munurin var kanska fyrst og fremst, at tað nú eydnaðist B36 at skora eftir tíggju minuttum, tá Bjarni Johansen ikki helt skotroynd frá Inga Højsted. Mikkjal Thomassen, sum ivaleyst var besti maðurin á vøllinum hendan dagin, var skjótur á returinum og skumpaði í tóma málið til stóra frøði hjá viðhaldsfólkinum.
B36 kundi eisini økt lítla løtu seinni, tá ein púra blankur Óbi stútaði fram við málinum, men spakuliga kom møðin á liðnum til sjóndar. Høvdu vágbingar í størri mun sansað møðina, sum nú fór at gera um seg, kundu teir kanska veruliga sett seg á dystin, men tað gjørdu teir tó ikki. Hinvegin komu mótálop teirra alsamt betri ígjøgnum B36-miðvøllin, sum als ikki megnaði at halda fast um stóra renniarbeiðið, sum hevur eyðkent liðið í ár.
Og tá vágbingar so eisni settu frískar menn á vøllin, komu eisini møguleikar. Eingin av hesum var tó størri enn tann, sum Dan Djurhuus fekk við handara stólpa. Innskifti Jakob Skaaning royndi seg við skoti, og tá hetta varð avrættað, gjørdist Dan púrasta leysur, men úr fimm metrum sendi hann bóltin niðan á tennis-vøllin, og so spurdist ikki meira úr teirri royndini.
Sóu møguleikan ov seint
Tað var sjónligt, at tað hjá B36 fyrst og fremst ráddi um at stríða seg til ein sigur í hesum dystinum. Og tá tað málið varð rokkið, vóru spælarar og venjarar meira enn nøgdir. Eisini hóast liðið onkra tíð hevur spælt bæði betri og skjótari fótbólt.
Hinvegin var ikki sørt, at vágbingarnir iðraðu seg. Kanska serliga tí, teir ikki høvdu verið heilt so greiðir um, hvussu moyrir mótstøðumenninir í veruleikanum vóru. Eftir eina skrá, sum ivaleyst man teljast millum strævnastu mánaðirnar í søguni hjá felagnum, var ikki nógv juice eftir í B36 hendan dagin. Og tá krútið var uppi, hevði VB ein heilt stóran møguleika at fara avstað við bæði einum og trimum stigum.
Tað kostaði tó í so máta, at tað gekk ov long tíð, áðrenn tað av álvara varð farið eftir møguleikanum, og tá dómarin so bríkslaði fyri seinastu ferð, var tað í veruleikanum ov seint.