B36 skal til Norðurírlands

Nú er greitt hvørjum B36 skal møta í fyrstu rundu av Europa League

Í dag var lutakastið í fyrstu rundu av Europa league og nú er greitt at B36 skal spæla ímóti Crusaders FC úr Norðurírlandi. Hetta var eitt avbera gott lutakast fyri felagið úr Havn, tí Crusaiders verða mettir at vera eitt av veikari liðinum, ið B36 kundi møta.

Crusaiders FC eru besta liðið í Norðurírlandi. Liðið úr Belfast byrjar á heimavølli 11 juli, og seinni dysturin verður síðani í Gundadali 18 juli.

Av tí at B36 vann steypakappingina komu teir víðari til hetta umfarið, KÍ og NSÍ skulu royna at spæla seg víðari mánaðarskifti. KÍ serliga hava ein góðan møguleika fyri at spæla seg víðari, tí teir spæla ímóti Tre Fiori úr San Marino, ið ikki er serliga sterkt á papírinum. Um NSÍ koma víðari, møta teir svensku kempunum Malmø FF.

Um KÍ koma víðari møta teir litavska liðinum Riterai, í eisini verður mett at vera sterk mótstøða. NSÍ og KÍ verða sterkt undirtippaði um tey koma víðari, og tað má staðfestast at B36 stendur við besta møguleikanum at koma víðari úr fyrsta umfarinum av Europa League.