B36 skal til Litava

Fyrr í dag fekk føroyska meistaraliðið, HB, eitt gott lutakast í undankappingini til Champions League.

 

Hitt liðið úr høvuðsstaðnum, B36, kann ikki sigast at hava fingið eitt eins gott lutakast. Teir skulu nevniliga spæla ímóti litaviska liðnum, Ekranas.

 

Litavisku liðini vera ofta mett at vera sera væl fyri tekniskt, og tey hava í mongum føri fingið góð úrslit í Evropa.

 

Fyrri dysturin hjá B36 verður á heimavølli tann 19. juli, meðan seinni dysturin verður í Litava tann 2. august.