B36 skal spæla móti TB

Tað verða TB og B36, sum hittast á Sevmýri í kappingini um Løgmanssteypið skírisdag tann 9. apríl. Tað varð greitt, tá tvøramenn vunnu við heili 6-0 á NÍF seinnapartin. Hálvleiksstøðan var 1-0.

Gilli Sørensen, sum er komin heim aftur úr Aberdeen, stóð fyri tveimum av málunum, meðan Tórður Mortensen, Gunnleif Olsen, Jan Smedemark og Heini Mortensen skutu eitt í part.

 

TB ? NÍF 6-0 (1-0)

1-0: Gilli Sørensen

2-0: Tórður Mortensen

3-0: Gunnleif Olsen

4-0: Jan Smedemark

5-0: Heini Mortensen

6-0: Gilli Sørensen