B36 skal reisa seg eftir stóra vónbrotið

Víkingur hevur fyrr í ár vunnið báðar dystirnar ímóti B36

Á vøllinum var september sera góður hjá B36. Úrtøkan var tríggir sigrar við málmuninum 13 – 1. Fríggjadagin misti B36 3-1 heimasigurin ímóti B68, ið varð vendur til 3-0 tap.

 

Í dag verður fyrsta royndin hjá B36 síðani vónbrotið, sum avgerðin hjá Yvirkærunenvdini kendist vera. Seinnapartin verður Víkingur gestur í Gundadali. Víkingur hevur fyrr í ár vunnið tvær ferðir í landskappinini ímóti B36 – 3-0 í Gundadali og 2-1 heima í Sarpugerði.

 

Dagsskráin hjá B36 er at varðveita fjórða plássið, og hjá Víkingi er dagsskráin at varðveita næstfremsta plássið.

 

Hjá B36 eru allir spælararnir tøkir.

 

Hjá Víkingi er Ingi Jonhardsson tøkur aftur eftir leikbann. Signar á Brúnni er burturstaddur, og tað er ivasamt, um Olaf Bárðarson verður tøkur. Hann hevur í nógvar vikur verið skaddur.