B36 skal reisa seg

Fyrsti setningurin hjá B36 leikarunum má verða at vaska stórtapið í Gladsaxe av sær

Tá B36 fyri tveimum vikum síðani stóð framman fyri stórari avbjóðing ímóti akademikarunum úr AB, mundu vónirnar fyri einum líkinda úrslitið vera hampuliga góðar.

Árstalsfelagið hevur áður fingið góð úrslit á útivølli, og vónirnar um eina endurtøku av einum heiðurligum úrslitið vóru so avgjørt til staðar undan dystinum.


Vaska sær

90 minuttir og átta mál seinni lógu allar hesar vónir tó í skeljasori. B36 varð spælt fullkomuliga út av vøllinum móti bólttryggu AB-leikarunum, og allur spenningur um samanlagda vinnaran av uppgerðini var beindur burtur, langt áðrenn hon veruliga var liðug.

Tað verður heldur ikki víðari luttøku fyri eygað, at B36 leikararnir í dag fara á Tórsvøll at gera returdystin móti AB av sær.

- Fyrst og fremst mugu vit royna at vaska stórtapið frá fyrra dystinum av okkum. Tað krevur ein góðan innsats frá okkara síðu, men tað skulu vit gera. Eisini fyri føroyskan fótbólt er týdningarmikið at prógva, at talan var um ein svipsara í Gladsaxe.

Orðini eigur liðskiparin hjá B36, Jens Kristian Hansen. Umframt at vera B36 leikarin við drúgvastu royndunum á landsliðnum, er hann eisini tann av B36 leikarunum, sum hevur flestar royndir í europeiskum høpi.

Dysturin í kvøld verður 12. altjóða uppgáva felagsins, og Jens Kristian hevur verið við í hvørjum einasta minutti av teimum undanfarnu 11. Sostatt fer hann, um alt gongst eftir vild, at runda teir 1.000 minuttirnar tíðliga í fyrra hálvleiki.


Royna frameftir

Jens Kristian leggur annars dent á, at teir hava ongar ætlanir um at grava seg niður í egnum brotsteigi í kvøld: - vit mugu royna at skapa nakað fram eftir vøllinum, soleiðis at talan verður um ein góðan dyst, har áskoðararnir eisini fáa nakað fyri pengarnar, heldur liðskiparin.

Júst í framrættaða spælinum er B36 liðið annars nakað skert í hesum døgum. Ronnie Samuelsen, sum varð skaddur á danmarkarferðini, verður ikki tøkur restina av árinum, og allarhelst er tað sama galdandi fyri Bjarna Prior. Har umframt er Jákup á Borg í løtuni staddur í Danmark í útbúgvingarørindum, so heldur ikki hann er tøkur hjá venjaranum, Pelle Andersson.


Taka sær av løttum

Møguleikarnir fyri einum heiðurligum úrslitið hjá B36 áttu so avgjørt eisini at verið til staðar í kvøld.

Úr AB ljóðar, at teir ætla at nýta føroyaferðina sum eitt kærkomið høvi at taka tað eitt sindur róligt.

At teir hava tryggjað sær atgongd til næsta umfar eru teir ikki í iva um, og sum skilst kann roknast við, at fleiri eykaleikarar fáa møguleikan í kvøld, meðan landsliðsleikarar felagsins fáa høvi at hvíla seg.

Hinvegin kann hetta eisini gera møguleikarnir hjá B36 verri, tí nýggju leikararnir hava allarhelst okkur at prógva fyri venjaranum.

B36 liðskiparin er í øllum førum ikki í iva um, at mótstøðuliðið fer at gera sítt besta:

- Teir skulu nokk pressa, tað sum teir eru mentir, og so er tað bara upp til okkum at gera tað sama. Talan verður so undir umstøðum um eina endurtøku av fyrra dystinum.