B36 skal hava nýggjan formann

Formaðurin við frálíku hagtølunum, verður ikki formaður í B36 komandi kappingarár

Føroyameistararnir úr B36 skulu hava nýggan formann til komandi kappingarár. Tað er greitt, tí verandi formaður í felagnum, Heiðrikur Christiansen, verður ikki formaður í felagnum í komandi kappingarárið.

 

Orsøkin til at Heiðrikur steðgar sum formaður í B36, er tí at hann starvast sum arbeiðsformaður fyri J&K Petersen, har teir í løtuni byggja eina nýggja havn í Fuglafirði. Arbeiðsbyrðan verður sostatt ov stór til bæði at standa á odda fyri arbeiðinum í Fuglafirði, og at standa odda fyri førandi liðnum í føroyskum fótbólti.

 

Heiðrikur Christiansen ber tó ongan ótta fyri, at B36 framhaldandi kemur at vera væl rikið.

 

-       B36 hevur eina frálíka nevnd og er væl rikið. Eg ivist onga løtu í, at tað framvegis kemur at ganga væl hjá felagnum, hóast eg ikki eri formaður meir, og eg ætli mær at hjálpa til í felagnum, so langt sum tíðin strekkir.

 

Til stuttleikar kann nevnast, at Heiðrikur Christiansen, man vera ein av formonnunum í føroyskum fótbólti við teimum bestu hagtølunum.

Hann tók við sum formaður í B36 á sumri í 2013, og síðani tá hevur gingist væl hjá B36. Tey tvey og eitt hálvt árini sum hann var formaður í B36, fekk felagið 45 sigrar, 12 javnleikir og bert 7 tap. Í miðal nærum 2,3 stig pr dyst, sum svarar til 62 stig pr kappingarár.