B36 skal hava nýggjar spælarar

Tað hevur framvegis ikki eydnast hinum liðunum í Vodafonedeildini at knógva oddaliðnum B36. Hóast árstalsfelagið hevur verið betri enn mótstøðuliðini higartil, ásannar formaðurin, at nýggir spælarir verða knýttir at hópinum í summarsteðginum

Tað er sanniliga stuttligt at vera viðhaldsmaður hjá B36 í dag. Tað ásannar formaðurin í felagnum. Árstalsfelagið hevur knógvað HB, NSÍ og Víkingi seinastu vikurnar. B36 er oddalið við 24 stigum. Tað er fýra fleiri enn nærmasti kapp­ingarneytin.
Mikkjal Thomassen og John Petersen hava havt evstu ábyrgdina av liðnum. Tað hevur hilnast sera væl. Úrtøkan er betri enn væntað undan kappingarbyrjan, og ungir spælarar hava tikið ábyrgd. John Hansen og Høgni Eysturoy eru millum teirra, sum brádliga eru millum mest eyðsýndu spælararnar í kappingini.
Hóast fyrstu 10 landskappingar­dystirnir hava kastað nógv stig av sær, ger Sámal Ímundarsson, for­maður, greitt, at nevndin fer helst at knýta aðrar leikarar at hópinum í summarsteðginum.
– Kappingarárið er strævið. Spæl­ararnir verða slitnir, og vit vita, at skaðar og leikbann fara at gera um seg. Vit skulu vera fyri­reik­aðir. Nevndin er sera errin av ungu spælarunum, sum hava staðið seg væl, men úrvalið av leik­arum er lítið. Væntandi verður onkur knýttur at hópinum, tá flytingar­vind­eygað letur upp, sigur Sámal Ímundarsson. Hann vil ikki seta nøvn á spælarar, sum nevndin hev­ur víst áhuga. Tað er hugsandi, at talan er um útlendskar spælarar, sigur hann.

Vunnu greitt
B36 vann sannførandi á Víkingi, sum er nummar tvey, fríggjakvøldið. Úrs­litið var 2-0. Tað var bara fyrstu løtuna, at gestirnir bitu frá sær, ann­ars hevði høvuðsstaðarliðið tamar­hald á støðuni. Lukasz Cieslewicz sendi heimaliðið á sigurskós. John Hansen varð rendur um koll í brots­teiginum. Pólski framherjin tók av møguleikanum úr ellivu metrum. 23 ára gamli Cieslewicz hevur skotið sjey mál higartil. Fýra mál eru eftir brotsspark.
Súni Olsen økti um leiðsluna. Tað var stutt eftir hvíldina. Miðvallarin dróg við bóltinum, og staddur skamt frá brotsteigarmarkinum, sendi hann leðurkúluna avstað. Eitt flott mál.
Víkingur royndi at trýsta í seinna umfarinum. B36 var sera væl skipað í verjustøðu, og gestirnir spældu seg ongantíð fram til upplagdar møguleikar.

Errin liðskipari
Klæmint Matras er liðskipari hjá B36. Hann heldur, at tað er fan­tastiska deiligt, sum hann málber seg, at ungu spælarar taka ábyrgd. Hópurin hevur havt fráveru til summar dystir. Súni Olsen stóð millum áskoðararnar nakrar vikur, tí hann var skaddur. Jákup á Borg hevur havt skaðar at dragast við, og Klæmint Matras hevur havt leikbann. Tað hevur ikki darvað úrslitunum.
– Eg eri errin av avrikinum higar­til. Vit hava smalan hóp, men vit hava prógvað okkara virði á vøll­inum, sigur Klæmint Matras.