Tey eru tvey lið við tveimum góðum úrslitum í skjáttuni teir báðar seinastu dystirnar, ið hittast í Gundadali sunnudagin. Fyri viku síðani eydnaðist tað meistarunum at koppa oddaliðnum, EB/Streymi, og mikukvøldið vunnu teir á NSÍ.
Teir báðir dystirnir vórðu spældir í Gundadali, og báðir endaðu teir við einum 2-1 sigri til B36.
VB/Sumba skifti venjaran herfyri, og fyrsti dysturin hjá nýggja venjaraparinum, Bjarna Johansen og Finn Johannesen, var ein javnleikur móti GÍ í Vági. Næsta uppgávan hjá nýggju venjarunum var í Klaksvík, og har eydnaðist tað at stjala øll trý stigini.
Allir mans tøkir
Hjá B36 stendur so væl til sum sjáldan áður i hópinum. Ikki ein skaða ella eitt leikbann merkir liðið, og verður spennandi at síggja hvørt tað verður sama lið, ið byrjar móti VB/Sumba sum í móti NSÍ, ella um Sigfríður Clementsen ger onkrar broytingar á liðnum.
Eisini í Suðuroy stendur væl til manningarliga. Einasti leikarin, ið hevur givið avboð er Jón Krosslá Poulsen.
Í Vági er lagið annars gott fyri tíðina, hóast tey langt frá kenna tilveruna í deildini tryggjaða. Vónirnar at fáa eitt hampiligt úrslit í Gundadali sunnudagin, eru avgjørt til staðar, og minnast tey aftur á seinastu vitjanina í Gundadali, tá teir leiktu javnt í móti B36.
Hetta er eitt úrslit vanligi B36arin heldur enn gjarna vil vaska av sær, og tí er onki annað enn ein sigur nøktandi hjá teimum sunnudagin.