B36 skaðalistin er langur

Listin er langur við spælarum hjá B36, sum ikki eru tøkir

Tað verður klokkan 14, at Dagfinn Forná fer at bríksla fyrstu ferð í Gundadali í dag. B36 fær vitjan av 07 Vestur. Felags fyri bæði liðini er, at tey fyri einari lítlari viku síðani vunnu fulla úrtøku. B36 vann trivaligan 4-1 sigur á útivølli ímóti Skála, og 07 Vestur vann 4-2 á heimavølli ímóti EB/Streymi.

 

B36 hevur eftir trý umfør fulla úrtøku, og 07 Vestur hevur seks stig.

 

Hóast B36 hevur fulla úrtøku og er topplið, so er listin langur við spælarum, ið ikki eru tøkir, og sum høvdu verið við í kappingini millum teir fyrstu ellivu. Miðverjin Thomas Lillo er leikbannaður, eftir at hann á Skála sá gula kortið tvær ferðir og harvið eisini tað reyða kortið.

 

Og so eru fleiri spælarar darvaðir av skaðum: Michal Przybylski, Eli Falkvard Nielsen, Benjamin Heinesen, Jelle van der Heyden og Hannes Agnarsson.

 

Í Vágum eru allir spælararnir tøkir. Har snýr tað seg um at samanspæla heilt nýtt lið. Á úrtøkuni higartil sæst, at tað higartil hevur eydnast betur, enn tað kundi væntast. 07 Vestur hevur vunnið í Fuglafirði og á heimavølli ímóti EB/Streymi. Í fyrsta umfari tapti liðið 2-0 á heimavølli ímóti Víkingi. Í dag verður fyrsta styrkisroyndin á útivølli.

 

B36 – 07 Vestur: Dagfinn Forná kl. 14.00