Teir næstbestu hjá B36 vóru í kvøld á Sandi. Tað lagaði seg væl hjá gestunum, sum fóru um aftur Skopunarfjørð við øllum stigunum. Úrslitið var, at B36 vann 2-1. Hetta var fyrsti sigurin í ár hjá B36, sum í fyrsta umfari spældi 1-1 í Vági, og sum fyri viku síðani tapti 1-0 í grannauppgerðini ímóti HB.
B36, sum eftir steðgin hevði lotið undan, legði seg tíðliga í seinna hálvleiki framum bæði 1-0 og 2-0. Málskjútti var í báðum førum Villiam Emil Klein. Hann skoraði eisini málið í fyrsta umfari í Vági og hevur harvið skorað øll trý málini, sum B36 hevur vunnið higartil í ár.
B71 royndi at svara aftur, og síðstu løtuna spædi heimaliðið seg til fleiri málmøguleikar. Tað eydnaðist at minka um munin til 2-1 í síðsta minutti. Málskjútti var Clayton Soares.
Hóast B36 málverjin, Rói Mørk Hentze, sá reytt, tá ið tað restaðu 20 minuttir, og B71 hevði fleiri møguleikar at skora, so var B36 eisini framvið onkra ferðina, og tað kendist stórur lætti hjá B36 spælarunum, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð.
Málverjin varð vístur av vøllinum fyri at brúka neyðbremsuna uttanfyri brotsteigin. B71 fekk tá fríspark, og tá varð bólturin sendur í tvørtræið aftanfyri Sámal Johannesen, sum fór at verja málið, eftir at Rói M. Hentze sá reytt.
B71 legði fyri við at vinna 4-1 á heimavølli ímóti KÍ. Síðani taptu sandoyingar 2-1 í Leirvík, og í kvøld taptu teir 2-1 á heimavølli ímóti B36.