B36 sigraði á B71

Brotssparkið kom í 38. minutti, eftir at Róaldur Jacobsen hevði eitt innlegg úr vinstru, Símun Hansen bukkaði seg niður at skalla bóltin, men hondin kom á bóltin, og tískil bríkslaði dómarin fyri brotssparki.

 

Hetta setti so Klæmint Matras í netið til 1-0, sum eisini gjørdist endaliga støðan.

 

B36 stýrdu spælinum í fyrra hálvleiki, og Jákup á Borg gjørdi sítt comeback í B36 í seinna hálvleiki.

 

Í seinna hálvleiki gjørdist dysturin meira javnur, men B71 komu ongantíð til veruligar stórkjansir, og talan var um eitt rættvíst úrslit verður sagt av Sandi.