B36 selur hosurnar

B36 og Tryggingarfelagið Føroyar hava gjørt stuðulsavtalu, har hosurnar verða nýttar sum lýsingapláss. Um tað er fyri at tryggja móti brunasárum á knøunum, verður einki sagt um, men í B36 halda tey, at hetta er ein upplagdur møguleiki at geva lýsarum eitt serstakt pláss. Ikki minst tí beinini aloftast eru við, tá myndir verða tiknar. Eitt nú sum á myndini, har Klæmint Matras ger seg til reiðar at skjóta brotsspark.