Tað hevur so mangan verið at sæð seinnu árini, og sunnudagin varð tað enn einaferð staðfest. Tá ið B36 er í tøttum uppgerðum, koppar tað ofta árstalsfelagnum til fyrimunar, tí Lukasz Cieslewicz við sínum framúr dygdum er munurin.
Soleiðis verður tað ikki á Argjum í kvøld, tí Lukasz Cieslewicz er leikbannaður.
-Vit stóðu ov nógv á hælinum í 1. hálvleiki ímóti KÍ. At vit kortini vunnu var staðfesting av, at góð lið vinna, hóast leikliga avrikið ikki er á toppinum. Vit hava góðan málverja og góða verju, men vit skulu eisini finna loysnir í framrættaða partinum á Argjum, og tað hava vit fyrireika okkum til. Hóast talvan sigur, at AB framvegis ikki hevur vunnið, so eru vit fullgreiðir yvir, at AB er á rættari kós. Tað sást ímóti ÍF, og vit ivast ikki í, at hetta verður torført, staðfestir B36 venjarin Eyðun Klakstein.
Lukasz Cieslewicz er leikbannaður, og tað er ivasamt, um Hørður Askham og Árni G. Nielsen eru førir fyri at spæla í kvøld. Teir eru skaðadarvaðir.
Sjálvandi var tað stórt vónbrot hjá AB at missa tvey mála leiðsluna, so tað endaði 3-3 á útivølli ímóti ÍF. Men Sámal Erik Hentze velur at síggja tað frá ljósu síðuni:
-Vit spældu væl í 70 minuttir, og vit vunnu eitt stig inn á tey liðini, sum vit skulu fáa aftur. Vit arbeiða nógv og miðvíst, og vit rokna avgjørt við møguleikanum. Tað er týdningarmikið at hava eina ætlan, og at spælararnir eru tilvitaðir um, hvussu hon skal útinnast, og soleiðis er tað, sigur AB venjarin, sum í fjør stóð á odda, tá ið B36 spældi seg til FM heitið.
Teitur Jóannesarson, Gert Drangastein, Magnus Egilsson og málverjin Heðin Stenberg eru framvegis ikki tøkir orsaka av skaðum. Jobin Drangastein er komin fyri seg aftur eftir skaðasteðg.