20 ára gamli Hugin Samuelsen var í fjør ein av teimum drúgvastu hjá B36. Tølini siga, at hann var við í 24 av teimum 27 landskappingardystunum, og at hann skoraði fýra mál.
Tí er tað einki at undrast á, at tað verður roknað við, at Hugin er ein av teimum, sum skal bera besta liðið. Hugin er fjølgávaður spælari, sum fyri tað mesta hevur verið í framrættaðum plássum. Í onkrum venjingardystum í vetur hevur hann verið royndur í miðverjuni.
Nú er tað greitt, at einki verður at síggja til Hugin Samuelsen í B36 búnanum næstu vikurnar. Í gjár varð hann skaddur í knænum. Knæskelin er farin úr lið, og tað verður roknað við, at hann ikki verður tøkur í seks til átta vikur.
Fyrsti landskappingardysturin hjá B36 verður annan sunnudag á heimavølli ímóti Skála. Síðsta fyrireikingin verður sunnudagin, tá ið steypavinnararnir í B36 skulu spæla stórsteypadyst ímóti FM vinnarunum í HB.