Fótbóltur
Síðani fyrst í august mánaði í 1991 hava tey í B36 í nógvar mátar liðið undir grannunum, tá tosað verður um grannauppgerðir. Ta ferðina vann HB 8-2 á einum B36-liði, sum fram til tá líktist einum føroyameistara. Ein dystur í sjálvum sær ger kanska ikki tað stóra í einum drúgvum FM-stríði, men tá B36 við kappingarenda var bara trý mál aftan fyri KÍ, mundu tankarnir leita aftur til grannauppgerðina. Og at HB, sum annars ikki hevði sítt besta ár, eisini spældi 1-1 móti B36 á seinasta leikdegi, var heldur ikki lættur biti hjá árstalsfeagnum at svølgja.
Hóast hetta hendi fyri skjótt 15 árum síðani, so er einki at ivast í, at B36 kendi tað sum eitt slag av hevnd, tá teir sunnudagin fingu reint tennis-egg móti HB. Eitt úrslit, sum uttan iva fer at verða bæði nýtt og misnýtt, tá fjeppararnir hjá liðunum báðum tosa um fótbólt komandi tíðina.
70 fínir minuttir
Hóast úrslitið stafðestir ein knúsandi sigur til árstalsfelagið, so var tað einki sum helst, ið bendi á hetta fyrstu 70 minuttirnar.
Í summarlýðkuni í Gundadali var talan um ein fínan fótbóltsdyst, har tvey av bestu liðunum í landinum veruliga royndu at spæla seg fram eftir vøllinum. HB var kanska liðið, sum byrjaði betri, og tá B36 verjan als ikki var vakin, høvdu eldru grannarnir einar tvær vandamiklar royndir longu fyrstu minuttirnar.
B36 fekk tó spakuliga skil á spælið. Ikki minst rúgvaði miðvøllurin sera væl upp, og við at royna at strekkja spælið út í borðini tóktust teir stressa HB-verjuna meira enn gott var. Tað var eisini júst eftir slíkt uppspæl, at B36 legið seg á odda, tá Bergur Midjord sera vakurt stútaði innlegg frá Sylla í kassan.
Málið læt í ávísan mun upp fyri størri opinleika í spælinum. HB hevði langt ífrá mist mótið, og teir royndu støðugt at trýsta seg niðan á B36-hálvuna. B36 spældi hinvegin kompakt og vælskipað, og tí var avmarkað, hvat HB fekk av møguleikum. Tað gav eisini kontra-møguleikar til B36, sum ein sera góðan av slagnum, men Hanus Thorleifsson meira enn hálvkiksaði, tá Sylla og Obi fyrimyndarliga spældu HB-verjuna tunna við trimum sendingum.
Og í hinum endanum brendi eisini á undan steðginum. Rókur av Fløtum Jespersen sendi tó langt uppum, tá hann fekk gyltan møguleika eftir sera hegnisligt forarbeiði av Páll M. Joensen.
Alt rapaði
Eftir steðgin tóktist HB hava sett sær púra greitt, hvat skuldi gerast. Fyrsta korterið var tað rár hending, at bólturin var nær HB-brotsteiginum, men opnu møguleikarnir trutu kortini. Tað nærmasta HB kom eini útjavning var eitt fríspark á brotsteigarmarkinum, men hetta sendi Rasmus Nolsøe tó langt omanfyri.
Tá B36 eftir groft HB-mistak skoraði til 2-0, vóru bara 19 minuttir eftir at spæla. Tað í sjálvum sær undirstrikar helst eisini, hvussu stórt fallið hjá HB var seinastu løtuna av dystinum.
Orsøkirnar til hetta kunnu helst vera nógvar. Millum annað at tað er avmarkað, hvussu nógvar royndir spælararnir á liðnum hava, og at tað tá kann koma fyri, at okkurt rættiligt skrædl rakar.
Men tað skerst ikki burtur, at bonkurin hjá HB eisini má taka sær sín part av ábyrgdini. Eftir 2-0 máStutt var ímillum 2- og 3-0 málini hjá B36, og tá hesi vóru komin, vóru møguleikarnir at vinna seg aftur onkra staðni millum avarska lítlir og púrt eingir.
Men kortini valdi venjarin at satsa alt. Sum kundi tað verið í lagi at fremja tvær offensivar útskiftingar, men rokadurnar, sum vórðu gjørdar í sambandi við hesar vóru milt sagt hasarderaðar. Við at taka Jovan var kanska smáskaddur og Kára Nielsen av miðvøllinum, misti HB teir spælarar, sum høvdu verið við til at mynda dystin. Og við at stilla seg í eina tunna 3-3-4 uppstilling góvu teir B36 púra frítt at spæla kontraspælið, sum liðið í nógvar mátar meistrar so sera væl.
Og á B36-beinkinum var Sigfríður Clementsen heldur ikki leingi um at taka av. Sigfríður Clementsen hevði longu koyrt kvika Johan Ellingsgaard inn fyri Obi, og løtu seinni varð troytti Sylla skiftur um við Símun Hansen. Saman við spruttandi væl upplagda Bergi Midjord hevði B36 soleiðis ein álopspart, sum var bæði ómøddur og kvikur. Og við eini trímannaverju, sum tilsamans hevur spælt bara 83 dystir á besta HB-liðnum, var vandin fyri skrædli ovurstórur.
Opið sár í sjálvsálitið
Eingin ivi er um, at úrslitið í sjálvum sær sendi ein skelk ígjøgnum sjálvsfatanina á HB-liðnum. Í so máta er næsti dysturin hjá liðnum av ovurstórum týdningi. Og at stórvask verður á skránni á Eiðinum í Vági er lítil ivi um í so máta.
Mest grundleggjandi er uttan iva, at sjálvsálitið hjá spælarunum aftur fæst í rættlag. Í løtum hevur HB í ár spælt sum eitt komandi meistaralið, og tað ræður fyrst og fremst um at leita ta spæligleðini og trúnna upp á egin evni framaftur. Og so er at smíða skjótt viðbrekna sjálvsálitið aftur, soleiðis at ein slíkur off-dagur ikki fullkomuliga koppar heilum kappingarári.
Hjá B36 er støðan hinvegin júst tann øvugta. Liðið hevur nú í tveimum dystum skotið 10 mál, og uttan iva halda spælararnir í løtuni, at teir kunnu ganga á vatninum, um hetta verður kravt. Tí er fremsti setningurin hjá venjarunum helst at fáa bæði beinini væl og virðiliga niður aftur á jørðina. Komandi dysturin móti NSÍ stendur á srkánni longu í miðvikuni, og tá er umráðandi, at góða arbeiðið, sum er gjørt seinastu vikurnar, ikki dettur aftur til jarðar.