2. DEILD MENN
Við sannførandi 5-1 sigri í Gundadali leygardagin, er annað lið hjá B36 nú at finna á øðrum plássi í 2. deild. Hóast heimaliðið vann heili 5-1 á einum tamum ÍF-liði, so var dysturin javnari, enn stóri málmunurin boðar frá.
Framherjarnir hjá B36 vóru effektivir henda dagin, og nýttu ikki nógvar málmøguleikar at gera tey fimm málini. ÍF hevði bóltin nakað, men tað kom tó ikki stórvegis burturúr.
Uppiborin hálvleiksleiðsla
Í fyrra hálvleiki hevði heimaliðið lítla leikliga yvirvág og flestu royndirnar á mál. Tað var eisini B36, sum legði seg á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Eftir uppspæl í vinstru, endar bólturin hjá Tórálvi Poulsen, sum frá 20 metra fjarstøðu kundi leggja heimaliðið frammum.
Løtu seinni var Tórálvur aftur uppá spæl. Eftir eina langa sending, rann hann ÍF-verjuna av, og fekk bóltin framvið ÍF-málverjanum, og so stóð 2-0 til B36.
Báðir partar kundu fingið okkurt máli afturat í fyrra hálvleiki, men so var ikki, og hálvleikstøðan var 2-0 til heimaliðið. Hálvleiksleiðslan var eisini uppiborin, tí havnarmenn vóru ágrýtnari, og vandamiklari frammanfyri málinum í fyrra hálvleiki.
Tvey skjót mál
Tað vóru ikki farnir meir enn 10 minuttir av seinna hálvleiki, so høvdu havnarmenn vunnið sær eina trygga 4-0-leiðslu.
Dysturin var tá avgjørdur, og tað sum eftir var av hálvleikinum skuldi heimaliðið bara halda tørn. Málið til 3-0 skeyt Eyðun Højgaard, eftir at hann varð leysur við ÍF-málverjanum. Fjóðra málið kom eftir hornaspark, og var tað enn einaferð Tórálvur Poulsen, sum hevði seinasta fót á.
Tvey mál komu afturat í seinna hálvleiki. ÍF-framherjin Rúni Petersen minkaði um munin miðskeiðis í seinna hálvleiki við langskotið, sum B36-málverjin var óheppin at missa í málið. Eftir at ÍF hevði minkað um munin, høvdu teir fleiri royndir á mál, og høvdu teir verið hepnari, so høvdu fingið okkurt mál afturat
Stutt fyri leiklok, skeyt Eyðun Højgaard sítt næsta mál í dystinum, og setti punktum fyri einum knúsandi 5-1 sigri til B36.
Fuglfirðingar nærkast botninum
Við ósigrinum um vikuskiftið, eru fuglfirðingar bert trý stig frá botninum. ÍF, sum undan kappingarárinum, var mett at vera eitt av evnunum til uppflyting, hevur ikki staði seg væl í ár.
Fuglfirðingar hava tapt seks dystir í, og hóast tað bert eru fýra stig upp til B71, sum í løtuni liggur best fyri í kappingini um at enda á øðrum plássi, so skal ÍF rættiliga taka sær um reiggj, um vend skal koma í.
Sumbingar koma á vitjan í Fuglafirði komandi vikuskiftið, og vinna fuglfirðingar ikki tann dystin, so kunnu teir vinka uppflytingini farvæl.
B36 hevur nú vunnið tríggjar dystir upp í slag, og liggur liðið nú á einum øðrum plássi. Komandi vikuskiftið skulu havnarmenn til Klaksvíkar, og vinnur B36 dystin, so er vónin um eitt heiðursmerkið brádliga ikki so fjarð.
Dysturin í tølum
B36-ÍF 5-1 (2-0)
1-0 Tórálvur Poulsen
2-0 Tórálvur Poulsen
3-0 Eyðun Højgaard
4-0 Tórálvur Poulsen
4-1 Rúni Petersen
5-1 Eyðun Højgaard










