Tað endar sjáldan málleyst, tá ið B36 og HB hittast. Tølini siga, at tað síðani túsund ára skiftið hava verið 54 landskappingardystir í fremstu røð millum B36 og HB. Fýra ferðir er tað endað málleyst. Tann síðsta av hesum fýra ferðunum var 6. august í ár, tá ið HB átti heimavøll.
Fyrsti dysturin í ár var 7. apríl. Tá vann B36 2-1. Tølini siga, at síðani 2000 hevur B36 vunnið 18 ferðir, og HB hevur vunnið 15 ferðir. 21 ferðir er tað endað við javnleiki. Málmunurin er 78-77 til fyrimunar fyri B36.
Næstsíðsta leygarkvøld vann HB steypafinaluna, og mikukvøldið tapti HB 1-0 á Mølini á Eiði. B36 vann sunnudagin 7-2 á heimavølli ímóti ÍF:
Fyrr í ár var skaðalistin langur hjá B36. Nú er hann væl styttri. Á Honum eru Erlendur Magnusson og Róaldur Jakobsen, sum báðir eru langtíðarskaddir.
HB skaðalistin hevur ikki verið so langur fyrr í ár. Nú eru tveir lyklaspælarar langtíðarskaddir. Talan er um Hørð Askham og Trónd Jensen, sum báðir hava slitið krossband.











