Sosialurin hevði mikudagin samband við umsitingina hjá FSF fyri at kanna, um spæliloyvini hjá KÍ vóru komin upp á pláss til dystin í Formuladeildini móti HB 2. páskadag. Tá var alt komið í rættlag, var váttað av skrivstovuni hjá FSF.
Ivamál hjá B36
Síðani spurdu vit okkum fyri um aðrar leikarar hjá øðrum feløgum í fremstu deildini, ið hava skift felag í vetur. Tað vísti seg, at í allarflestu førum var spæliloyvið komið upp á pláss.
Eitt undantak var tó. Tað var B36-leikarin Eyðun Højgaard, sum ikki var skrásettur í leikarayvirlitinum hjá FSF. Eyðun Højgaard hevur verið búsitandi í Danmark og hevur leikt við ÌF Føroyum, men er nú komin heim aftur á klettarnar. Hann var við í dystinum hjá B36 móti NSÍ í Formuladeildini mánadagin, og hann var eisini við, tá ið B36 vann 4-2 á Skála í steypakappingini herfyri.
Um so er, at spæliloyvið hjá honum ikki er komið upp á pláss, er eisini vandi fyri, at B36 verður dømt at tapa dystin móti Skála, og tí verður tað kanska Skála, sum fær eitt ókeypis pláss í fjórðingsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið.